Umráðandi at savna heldur enn at spjaða

Eftir at Jóannes Eidesgaard í tíðargrein sóknaðist eftir eini reyðari valsamgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, hevur ovmikið av blokk-polemikki merkt føroysku miðlamyndina. Tíverri hevur tónin verið merktur av eini rættiliga konservativari fatan av føroyskum politikki, og eini staðfesting av, at føroyskur politikkur er stirnaður í gomlu og øvugtu tvídráttunum millum loysing/samband og høgra/vinstra.

Tór Marni Weihe, aðalstjórnarumboð Unga Tjóðveldisns
-----

Lat meg bara sláa tað fast beinavegin. Eg haldi als ikki at vit skulu stemba eftir eini politiskari skipan, ið er kloyvd í tógvar blokkar. Heldur eiga vit at stevna hinvegin, og leggja okkum eftir at loyva frískum politiskum rákum og nýhugsan inn í politisku skipanina, og áhaldandi stremba eftir at savna føroyska fólkið um førda politikkin, umvegis langtíðarsemjur millum allar partar í politisku skipanini.
Blokkpolitikkur merkir í mínum hugaheimi, at vit velja at leggja politisku skipanina í fjøtur, umvegis eina sundurlesing í tvær ella fleiri politiskar sektir, ið prædika og hálovað egnum politiskum sjónarmiðum, og rópa sjónarmiðini hjá hinum blokkinum kettarí. Kanska ein heldur ekstrem lýsing, men hyggja vit at valstríðnum til danska Fólkatingið í 2011, so kemur ein rættiliga eyðsýndur svart/hvítur og hvassur tóni til sjóndar, ið gevur meiniga borgarinum ta fatan, at hesir báðir partar eru langt handan alla forsoning.
Blokkpolitikkur merkir, at vit seta ferð á eina gongd, sum í síðsta enda kemur at máa støði undan einum og hvørjum politiskum dialektikki og politiskum semjum við einum “veruligum” demokratiskum mandati, og slóðar tessvegna eisini fyri einum samfelagskjakið merkt av rivaliserandi polarisering og ræðumyndum.

Blokkpolitikkur merkir polarisering
Í eini skipan við blokkpolitikki eru 50,01% av atkvøðunum nokk til at geva politisku skipanini mandat til at reka ein politikk, ið 49,99% av fólkunum ikki tekur undir við. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi í dag, tí at fær ein flokkur 17 tingmenn í Løgtinginum – ella sum Heðin sjey sessir í Býráðnum – ja so sleppur hesin at stýra sjálvur.
Men um vit velja at býta politisku skipanina í tveir blokkar, so er ongin ivi í, at polariseringin millum partarnar gerst sterkari. Hetta er millum annað væl kent innan sosialsálarfrøðina, har ið fyrbrigdi nevnist bólkapolarisering.
Velja vit at býta føroyska fólkið í tógvar blokkar heldur enn fimm-seks, so er tað týðiligt at tær nuansur og tað fjølbroytni, ið nú einaferð er til staðar í eini politiskari skipan, har ið fleiri hugsjónir verða umboðaðar umvegis fleiri politiskar flokkar og rørslur, kanska ikki detta heilt burtur, men óivað kámast í ein ávísan mun.
Tann hugsjónarliga polarisering, ið stakk seg upp í eftirleikinum eftir 2. heimsbardaga og fyrst veruliga byrjaði at tiðna, tá ið múrurin fall, er eitt gott dømi um júst hetta. Orðingar sum “fyri ella í móti”, “vit og tey” og “sigur fyri einhvønn prís” vóru partar av gerandisvokabularinum fyri einans sløkum 25 árum síðan. Men eisini í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum móti World Trade Centre í 2001 varð politiskur retorikkur innlendis í vesturheiminum og á altjóða politiska pallinum merktur av eini ógvusligari polarisering millum okkum vesturlendingar og islamisku tjóðirnar í norðurafrika og Miðeystri. Ein polarisering, ið hevur havt ta harmiligu avleiðing, at fleiri vesturlendingar ikki kunnu er bera eyga við ein persón av miðeysturlendskari útsjónd, uttan at ein ótilvitaður ótti fyri yvirgangi kemur yvir tey, næstan átøkur óttanum fyri teimum óndu kommunistunum, ið ótu smábørn undir kalda krígnum.
Teir víðgongdu islamistarnir, ið fremja yvirgang móti sakleysum sivilum skulu sjálvsagt steðgast. Men tá ið fjølmiðlar og oppurtunistiskir politkkarar síggja sær løgir til at vinna sær pening ella atkvøður umvegis skilaleysar ræðumyndir, ið gera alt ov nógv av, so er møguleikin altíð til staðar, at fokus dettur niðurímillum, og almenningurin verður østur upp í skúm.

Blokkar ósannlíkir í Føroyum
Hóast ein tílík polarisering neyvan fer at taka seg upp í Føroyum, so eru tað framvegis ein ørgrynna av ivamálum og spurningum, ið taka seg upp bæði í teoretisku viðgerðini og praktisku implementeringini av eini politiskari skipan, ið er býtt í tveir blokkar.
Flestu av hesum rótfestir í eini søguligari politiskari menning, hvørs úrslit er ein politisk skipan, ið er merkt av óloysiligum naggatódnum, Samstundis sum tosa verður um breiðar langtíðarsemjur og politiskar arbeiðsmannagongdir, har ið allir partar vera tiknir við í viðgerina, so er allur førdi politikkurin impulsivur og oppurtunistiskur.
Alt politiska kjakið er kjølfest í kanonisku stevnuskrá flokkana, ið hvør sær hava loysnir á stóru avbjóðingarnar, føroyska samfelagið stendur yvirav, men í praksis eru breiðar langtíðarsemjur als ikki at hóma, og tá ið royndir vera gjørdar í hesum duri, so vísir tað seg, at politiska skipanin als ikki er búgvin til tess. Tjóðveldi gjørdi nakrar semjur við kollsilgdu ABC-samgonguna í 2011.
Úrslitið: eftir valið vóru allar semjur, hóast tær vórðu undirritaðar, ógildaðar av Kaj Leo, ið helt uppá at ikki ber til at rista politiska arbeiði í stein. Einfaldi veruleikin er hann, at teir flokkar, ið sita á Løgtingið hava í veruleikanum altíð hava havt ilt við at samstarva við nakran annan enn seg sjálvan, uttan at enda í tí, teir meta vera eina grundleggjandi hugsjónarliga útsølu.
Á vinstravonginum megna Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin illa at finna felagsstev í spurninginum um stjórnarrættarligu viðurskifti Føroya, og hetta sama ger seg galdandi á borgarliga vonginum, har ið Poul og Kaj kunnu rópa um loysing og samband, til teir báðir gerast bláir í andlitinum. Hinvegin kunnu teir flokkar, ið kvøða somu vísu, tá ið kvøðast skal um loysing ella samband, ikki semjast um liberalu ella sosialdemokratisku/sosialistisku samfelagsstevnuna, so tá ið annar parturin trívir í internationala so rýma hini og klamsa hurðina eftir seg.



Taka smá fet móti forsoningini
Tá ið hetta so er sagt, so eru kortini møguleikar fyri breidri samstarvi, ið kunnu og skulu gangnýtast, og vit eiga ikki at fella í fátt av teirri orsøk, at tað er trupult at fáa í lag politiskt samstarv, tí at tað fer tað altíð at vera.
Men heldur enn at sikta eftir blokkpolitikki, so eri eg persónliga sannførdur um, at vit heldur eiga at leggja okkum eftir at gera upp við teir gomlu tvídráttirnir, ið leingi hava skeiklað politiska kjakið, og skapt sundurlyndi har samstarv virkar natúrligt.
Eg havi sum limur í Unga Tjóðveldinum persónliga uppliva vælvirkandi og mennandi samstarv við Sosialistisk Ung, ið er ungmannafelag Javnaðarfloksins, og eg eri sannførdur um, at so líðandi, í tráð við at partarnir nærkast hvørjum øðrum og síggja møguleikar heldur enn forðingar, so verður tyrvt útyvir ta søguligu gjónna millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Loysing merkir ikki tað sama í dag, sum tað merkti í 1998, og hóast Aksel áhaldandi postulerar, at Javnaðarflokkurin er ein sambandsflokkur, so kenni eg eftirhondini nógv javnaðarfólk, ið halda at vit skulu stremba eftir loysing.
Hugsjónir broytast, og fólk broyta hugsan, og megnar politiska skipanin ikki at fylgja við, so stirðnar hon og fólkaræði við henni. Eg ivist ikki í, at flestu føroyingar vóna, at politisku flokkarnir í Føroyum so líðandi førka seg burtur frá at vera politiskar samkomur, ið halda seg hava patent uppá ‘góða samfelagið’, til at vera fólkaræðisligar rørslur, sum í ein ávísan mun kunnu semjast um at starvast fyri at fremja vilja Føroya fólks, til tjóðarinnar gagn og frama.
Heldur enn at tosa um blokkar og stórar valsamgongur, so eigur føroyska politiska skipanin at miðja eftir at sópa fyri egnum durum, og viðurkenna tað, at annar parturin kann ikki fáa alt, men báðir kunnu fáa eitt sindur. Halda vit á fram at skilja millum okkum og tey, ja so er skjótt at gomul mørk kámast, og nýggj svørt/hvít koma í staðin, og ræðumyndir og sundurlesandi politiskur ágangur halda á fram at seta dagskránna.