Umsitingin kannar seg sjálva

Umsitingin í Fiskimálaráðnum er sett at kanna niðurstøðurnar í kanningini hjá Turið Debes Hentze advokati, ið kunnu fella landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Umsitingin eigur at halda fingrarnar vekk, tí hon er ógegnig, heldur Tórbjørn Jacobsen

KANNING

Kanningin av embætisførsluni hjá Jørgin Niclasen, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, fer ikki aftur við borðinum. Tað hevur løgmaður lovað.
Anfinn Kallsberg løgmaður umhugsar framvegis málið og hevur fingið lógarkøn fólk at lesa frágreiðingina frá kanningarstjóranum, nú hann stendur fyri einari torførari avgerð.
Spurningurin er, um Jørgin Niclasen skal missa sessin, nú Turið Debes Hentze advokatur, er komin til ta niðurstøðu, at skeiv málsviðgerð hevur ført til, at landskassin er komin í óneyðugan tapsvanda.
Heldur ikki í Fiskimálaráðnum, sum stendur fyri skotum, fer kanningin aftur við borðinum. Jørgin Niclasen landsstýrismaður hevur sett sína egnu umsiting at kanna eftir, um niðurstøðurnar í kanningini eru rættar, og serliga 3-mannanevndin, sum skal vera við í málsviðgerðini, tá lán til fjarfiskiflotan verða løgd um, er biðin at svara ymiskum spurningum.
Líkt er sostatt til, at umsitingin í Fiskimálaráðnum er farin at gera sína egnu kanning av týðandi táttum í málinum, ið er vorðið ein trupulleiki hjá landsstýrismanninum.
Hetta hóvar ikki Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni fyri Tjóðveldisflokkin. Hann reisti upprunaliga málið um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan, sum øll neyðin snýr seg um.
? Hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin eiga at seta síni egnu fólk at kanna niðurstøðurnar hjá kanningarstjóranum, tí umsitingin er inhabil. Umsitingin er inhabil, tí tað er hon, sum er kannað í kanningini hjá Turið Debes Hentze. Tað eigur at vera hendan kanningin og onki annað, sum liggur til grund fyri einari avgerð. Annars kunnu vit tað sama gevast at rinda hálvar milliónir fyri slíkar kanningar, sigur Tórbjørn Jacobsen.