Í summarfrítíðini eru ymiskar umvælingar gjørdar við skúlan á Strondum. Takið á einum parti av skúlanum er skift, eins og umvælingar eru gjørdar í brúsurúmunum.
- Í ovastu hædd í gamla bygninginum er veggurin millum tvær stovur tikin burtur, nýggjur foldiveggur er settur í, og nýggjur gólvklædningur er lagdur í hesum báðum stovum.
Í Sjóvar kommunu vita tey at siga, at eftir summarfrítíðina byrjar samstarvið millum Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Felagsskúlan á Oyrarbakka um breytatilboð í 10. flokki.
- Í Stranda skúla verða breytirnar, handaverk og sniðgeving, og tað er eisini í hesum sambandi, at stovurnar eru gjørdar klárar og útgerð fingin til vega, verður lagt aftrat.