Umvælingin av Múrinum jólatrøll

- Føroya Fornminnissavn var klárt at fara undir umvælingarnar, sum skulu gerast á Múrinum í Kirkjubø, tá ið Kirkjubøar kommuna steðgaði arbeiðinum í summar. Og hóast Landsstýrið kom upp í leikin og royndi at tosa partarnar til sættis, eru súðir syftar enn.

"Hatta er sum við Múrinum í Kirkjubø", sigur gamalt orðatak og sipar sum vera man til eitthvørt, sum ongantíð verður liðugt. Og tað letur til, at varðveitingarspurningurin í sambandi við Múrin verður jólatrøll í ár. Hóast Landsstýrið í vár tók eina prinsipiella avgerð um, hvussu málið við Múrinum skal loysast eru langt frá allar súðir syftar. Tíðliga í summar stóðst rættiligt stríð um, hvørjir myndugleikar hava avgerandi orðið Múrinum viðvíkjandi, Kirkjubøar sókn øðrumegin ella Føroya Fornminnissavn hinumegin. Orð stendur ímóti orði, serkunnleikin mótvegis áhugamálum í Kirkjubøar kommunu og loksins varð landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, blandaður uppí.

Upprunaliga var ætlanin, at Føroya Forminnissavn skuldi fara undir umvælingarnar av Múrinum tíðliga í summar. Hetta arbeiðið, sum hevur til endamáls at steðga niðurbrótingini, varð steðgað í evsta tíma, tí Kirkjubøar kommuna kravdi, at byggiloyvi skuldi søkjast. Landsstýrismaðurin kom upp í leikin, royndi at tosa partarnar til sættis og finna eina semju, soleiðis at arbeiðið kundi fara í gongd, men hvør helt uppá sítt.

Kirkjubøar kommuna sáddi iva um verkætlanina hjá Fornminnissavninum og segði, at konstruksjónin, sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna ikki fer at halda í ódnarveðri. Hesum vísti Arne Thorsteinsson, landsantikvarur aftur. Hann segði, at konstruksjónin verður gjørd soleiðis, at hon tolir ta vindmegi, ið ein kann hugsa sær kann vera í Kirkjubø, tá ið hart leikar á.

Signar á Brúnni hevur ikki dult fyri, at hann tekur undir við prinsippavgerðini, sum undanmaður hansara tók í vár og at hann hevur fult álit á serkunnleikanum hjá Fornminnissavninum. Tá ið henda avgerðin varð tikin gjørdist tað samstundis greitt, at ætlanin hjá nøkrum einstaklingum um at inniloka Múrin og gera hann til eitt savn við gripum ikki kundi gerast veruleiki, tí landsins myndugleikar meta Múrin sum eitt fornminni, ið skal varðveitast sum eitt slíkt.

Miðskeiðis í summar segði Signar á Brúnni, at knúturin fór at verða loystur skjótt og at hann um neyðugt fór at skera ígjøgnum, soleiðis at Fornminnissavnið kundi fara undir umvælingina. So varð kortini ikki.

Hvussu knúturin verður loystur og á hvønn hátt vita vit ikki enn. Men vit kenna støðuna hjá øllum pørtunum í málinum.


Togtoganin millum Føroya Fornminnissavn og Kirkjubøar kommunu í summar um, hvør hevur myndugleikan yvir Múrinum er ikki ein máti at spenna bein fyri Fornminnissavninum, segði Annfinn Brekkstein við Sosialin í summar.

- Tvørturímóti. Sjálvandi virða vit, at Fornminnissavnið røkir fornminnini í Føroyum, men Múrurin hevur staðið í 800 ár og Fornminnissavnið skal ikki rokna við, at fólkið í sóknini uttan víðari góðtekur, at tað kemur til Kirkjubøar uttan at arbeiða innan galdandi lógir.



­ Málið við Kirkjubømúrinum er ikki eitt byggimál, men eitt umvælingararbeiði, og tí dugi eg ikki at síggja, hví Fornminnissavnið skal hava byggiloyvi, segði Signar á Brúnni við Sosialin í summar.

- Uttan mun til, hvør framtíðin hjá Múrinum verður, so skulu umvælingarnar, ið Fornminnissavnið skal í holt við, gerast áðrenn. Og vit hava staðfest, at Múrurin er eitt fornminni og ikki ein brúkslutur.