Undir útbúgving til teaturskraddara

Katrin Bonde í Havn er í holt við at útbúgva seg til teaturskraddara. Í starvsvenjingini, sum fer fram á Gamla Meiarínum í Havn, seymar hon búnar til leikin, sum verður framførdur hálvan januar Williami Heinesen til heiðurs

Turið Kjølbro


Tað er stóri hugurin til seyming, ið førdi við sær, at Katrin Bonde úr Havn valdi at fara undir útbúgving sum teaturskraddari. Hon hevur aldri tikist við sjónleik og kennir ikki sjónleikarumhvørvið stórvegis.

- Á skúlanum læra vit handverkið í sær sjálvum, og at tað vit gera, skal úttrykkja nakað ógvusligt og dramatiskt. Nógvir búnar vit gera, síggja út til at verða gjørdir úr fínasta tilfari, silki, leðri og øðrum, men tað er í grundini eftirlíkningar. Vit sleppa ikki sjálvi at gera av, hvat vit gera, men skulu taka støði í einum søguligum tíðarskeiði og síðani skulu vit skapa burtur úr tí, greiðir Katrin Bonde frá.

Katrin Bonde gongur á skúla í Nykøbing Falster í Danmark. Í Danmark er hópin av handarbeiðsskúlum, men útbúgvingin, Katrin er í holt við, er spildurnýggj og hon telist millum fyrstu næmingarnar. Á skúlanum eru fleiri linjur, handarbeiði sum heild, grafiskt design, myndlist, tekstil formgeving og teaturskraddari. Fyrsta árið á linjuni teaturskraddari er saman við tekstil formgevarunum og handarbeiðslærarunum. Næsta árið velja næmingar linju.

Útbúgvingin tekur trý ár. Tað er ikki møtiskylda, men næmingarnir skulu gera hálvársuppgávur. Tríggjar ferðir skulu næmingarnir í starvsvenjing í tveir mánaðir.

Fyrstu starvsvenjingina fekk Katrin á Føroya Háskúla. Fittur partur av útbúgvingini er námsfrøði fyri vaksin, sum gevur næmingunum førleika at undirvísa eftir lokið prógv. Nú er Katrin í næstu starvsvenjingini og hon fer fram í sjónleikarumhvørvinum á Gamla Meiarínum í Havn.

Og tað er ikki hissini uppgáva, Katrin hevur fingið. Hon skal seyma búnar til leikin »Móðir Sjeystjørna - ein tónleikamynd«, ein leikur, sum verður framførdur heimsgitna føroyska høvundinum Williami Heinesen til heiðurs á degnum, hann hevði verðið 100 ár. Tað er Lisa Heinesen, leiktjaldameistari, sum teknar búnar og pall.

- Tað er ógvuliga stuttligt og spennandi at vera við. Hetta er heilt nýtt fyri meg. Tú lærir ógvuliga nógv at vera við, ikki minst at samstarva. Vit hava jú avmarkaða tíð at gera alt. Tí krevst, at alt verður væl lagt til rættis.


Hugflog í víðastu merking

Stórt arbeiðsloysi er millum handarbeiðslærarar í Danmark, men sum skilst er trot á teaturskraddarum. Fyribils verður útbúgvingin royndarkoyrd og er neyðugt, verða tillagingar gjørdar.

- Tað sum er so hugtakandi við hesum yrkinum er, at tú kanst brúka hugflogið í víðastu merking. Sum designari ert tú noydd at duga at tekna, og tá ið eg ikki dugi tað kynstrið, valdi eg seymingina. Men á teaturskraddaralinjuni eri eg so heppin, at vit læra at tekna.

- Framtíðina havi eg ikki hugsað stórvegis um. Eg dugi at síggja, at sum er kann eg ikki liva av at vera teaturskraddari í Føroyum. Sjónleikarumhvørvið er ógvuliga áhugavert, men eg havi kortini hug at útbúgva meg enn meir. Antin innan design ella klædnasøgu, sigur Katrin Bonde at enda.