Leygardagin 15. des verður, fyri aðru ferð síðani Undirbeat byrjaði á sumri í ár, serútvaldur útlendskur DJ bjóðaður fram Hetta fyri at vísa Føroya elektro-ættarliði, hvat DJing snýr seg um. Ein DJ við rúgvusmiklum royndum frá m.a Roskilde Festivalinum og klubbunum Vega og Culture Box. Playmo byrjar kvøldið.
DJ Lab telist millum royndu og dugnaligu DJ plátusnúðingarnar úr Keypmannahavn. Eyðkennini eru áhaldandi perfektionisma, sansur fyri rútmu og dugnaskapur handan tvinnar plátuspælarar.
DJ Lab (Anders Brøndum) byrjaði sum DJ fyrst í 90unum, tá hann legði dent á hip hop og góð grooves. Hann hevur ment seg nógv við árunum, og í dag telur tónleikaúrvalið bæði techno úr Detroit, trance tónar úr Køln og minimal house úr ymsum viðkomandi herðashornum.
Í 1996-98 spældi DJ Lab javnan á techno í Keypmannahavn og Berlin. Frá 1998 til 2000 var hann fastur fúsur á Roskilde Festivalinum, har hann spældi fyri túsundavís av dansiglaðum fólki. Í 2000 fekk hann fasta senditíð á Danmarks Radio. Síðani 2004 hevur hann havt fast kvøld á spælistaðnum Vega, og síðani 2005 hevur hann verið á plakatini hjá altjóða viðurkenda elektroniska klubbanum Culture Box.
Á sumri í 2005 tók DJ Lab avgerð um at víðka um virksemið og fór í holt við egnan tónleik. Hann arbeiddi fulla tíð við hesum í eitt ár, og nú eru úrslitini av miðvísa arbeiðnum farin at gera um seg. M.a er útgávusáttmáli fingin við kenda plátufelagið Echocord ? og fleiri útgávur eru ávegis.
Á Undirbeat skrúva r DJ Lab upp fyri eini megnar dansiveitslu. Føroyski Playmo ? Dávur Poulsen - hitar upp.
www.myspace.com/djlabcph
www.myspace.com/undirbeat