Undirhald á høgum støði

Hondbóltur: Í einum spennandi, ferðmiklum og undirhaldandi dysti mikukvøldið eydnaðist tað hjá StÍF at vinna á Kyndli. Sostatt er lagt upp til eitt sannan oddadyst, tá vestmenningar komandi sunnudag skulu inn á Skála at royna seg

Kyndil?StÍF 30-32 (15-15)


Nógvir áskoðarar vóru savnaðir í høllini á Hálsi mikukvøldið, og hesir vóru vitni til besta dystin higartil í hesum kappingarárinum. Ferðin var høg, spenningurin stórur og talan var um bæði lið- og einmansavrik á høgum støði, tá StÍF fyri aðru ferð innan fýra dagar sýndi nakað av tí spæli, sum seinasta kappingarár tryggjaði teimum FM-heitið.


Strandingar kvikir

Kyndil varð liðið, sum fekk ta betru byrjanina, men eftir at Rúni Poulsen hevði lagt teir fram um 4-2 settu strandingar av álvara ferð á, og eftir einans 8 minuttum høvdu teir tikið seg upp á 9-4. Hesa løtuna sýndu StÍF sera skjótt og einfalt spæl, og grønu menninir á mótstøðuliðnum vistu ikki síni livandi ráð.

So skjótt teir fingu bóltin, settu strandingar fulla ferð frameftir, og eftir fáar sendingar varð avsluttað, og so lá bólturin aftan fyri Lars í málinum. John og Arthur fingu hesa løtuna rættuliga glið á spæl og málskjóting, og serliga tvey av málunum hjá Arthur vóru ein fragd fyri eygað. Við kvika fótskifti sínum sendi hann ávíkavist Hannis og Una Wardum til aðra síðuna, áðrenn hann sjálvur smoygdi sær framvið hinumegin, og so var púra opið í verjuni

Ein skuldi trúð, at Kyndil nú fall fullkomuliga í fátt, men so varð tó ikki. Eftir at Sophus hevði nýtt sítt time-out til at fáa skil upp á leikararnar, byrjaði Kyndil at ota seg upp móti strandingunum. Teir megnaðu eisini at koma upp á javnleik, fyrst 12-12 og síðani upp á 15-15.

Hetta seinasta korterið av fyrra hálvleiki var tað serliga Jacob Jónsson, sum gjørdi um seg við málskjótingini, men liðið sum heild riggaði nú eisini betur. Serliga í verjupartinum vóru teir meira nærlagdir, og var hetta eisini orsøkin til, at spælið hjá strandingunum ikki fleyt eins væl, og tað gjørdi í byrjanini av dystinum.


Sera tætt

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á so at siga alla tíðina, men hóast Kyndil fleiri ferðir stríddi seg upp á javnleik, so megnaðu teir ongantíð at vinna seg fram um StÍF.

Seinastu ferð Kyndil javnaði varð, tá Leivur í einum kontraálopi skoraði til 21-21, men meðan Lars saman við viðleikarum fegnaðist um hetta, sendi Sveinbjørn bóltin av miðjuni og í tóma málið. Tað, sum eftir var av dystinum, megnaðu strandingar alla tíðina at halda seg eitt, tvey og trý mál framman fyri Kyndil, men nervin fór ongantíð úr dystinum. Ikki fyrr enn Marius í seinasta minuttinum setti bóltin í málið til endaliga úrslitið, tóktist dysturin at vera avgjørdur.

Eitt, sum avgjørt var við til at avgera dystin til fyrimuns fyri strandingar, vóru avrikini hjá málverjunum. Johan í StÍF málinum stóð einki minni enn ein branddyst, har hann fleiri ferðir bjargaði skotum frá kyndilsleikarum, tá hesir komu í gjøgnum verjuna. Í hinum endanum var langt millum bjargingarnar hjá Lars, har StÍF leikararnir ferð eftir ferð skutu ovarlaga, meðan Lars var á veg niður. Long tíð gekk, áðrenn Sophus gjørdi av at skifta málverja, men Gunnvald Lützen, sum loysti Lars av, megnaði heldur ikki at órógva mótleikararnar nakað serligt.

Frøin á strandingum var sjálvsagt stór eftir seinasta ýlið úr hátalarunum, meðan grønu kyndilsmenninir vóru tilsvarandi vónbrotnir. Teir høvdu tó als onga orsøk til at skammast yvir avrikið, tí sum kunnugt skulu tvey góð lið til fyri at skapa ein góðan dyst.


Eingin nevndur

eingin gloymdur

Sum nevnt, varð talan um ein sera undirhaldandi og spennandi dyst, og var talan um tvey sera góð liðavrik. Sjálvsagt eru summir leikarar, sum tú leggur betri til merkis, men eg haldi ikki, at eg her fari at taka nakran leikara fram um.

Komandi vikuskifti heldur Kyndil frí, ímeðan StÍF á heimavølli skal royna seg móti hinum oddaliðnum úr Vestmanna. Sjálvsálitið hjá strandingunum er ivaleyst í topp eftir báðar vitjaninar í Havn, men hetta er so avgjørt eisini neyðugt, um tær skulu basa teimum gulu úr Vestmanna.


Dysturin í tølum:

Kyndil: Jacob Jónsson 8, Rúni Poulsen 5, Uni Wardum 5 (1), Hans Á. D. Christiansen 5 (1), Bjarni Wardum 4, Leivur Holm 2, Janus E. Sørensen 1

StÍF: John Petersen 13 (1), Sveinbjørn Poulsen 8, Artur Johansen 5 (1), Marius Joensen 4, Karstin Danielsen 2

Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 4

Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 6

Burturvísingar: Kyndil 1 (útskiftingarbonkurin)

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen