Undirhald í serflokki

13 útvísingar, harav tríggjar góvu reytt kort, fimm misnýtt brotskøst, málmansspæl í serflokki og síðst, men ikki minst, ein javnan og spennandi dyst. Jú, áskoðararnir uppi á Hálsi fingu sannuliga sítt, tá seinasta útgávan klassikaranum yvir øllum í føroyskum hondbólti varð leiktur mikukvøldið

Kyndil-VÍF 19-20 (11-11)


Eftir at Kyndil seinastu vikuna hevði fingið tvey avbera góð úrslit, móti føroyameistarunum av Strondum og oddafiskunum úr Vestmanna, var tað við góðum treystið, at viðhaldsfólk teirra leitaðu sær í høllina mikukvøldið.

Kyndilsleikararnir høvdu eisini tørv á allari hjálp, sum teir kundu fáa frá áskoðarafjøldini, tí ikki nóg mikið við at VÍF var mótstøðuliðið. Talan var nevnliga samstundis um ein sannan lagnudyst, við tað at Kyndil við einum tapi var so at siga afturúrsiglt í FM-stríðnum. Hinvegin kundu teir við einum sigri gera sítt til, at spenningurin í toppinum gjørdist so stórur sum sjáldan sæð.


Stórur missur

At byrja við var eisini líkt, at kyndilsleikararnir tóktust eitt sindur darvaðir av stóru uppgávuni, og áðrenn teir rættuliga høvdu fingið beinini á vøllin, høvdu vestmenningarnir loyst frá posabandinum.

Trý máls leiðslan, sum VÍF vann sær fyrstu løtuna vardi tó ikki so leingi, tí fáar minuttir eftir, hevði Kyndil longu togað seg fram um gula herin. Kyndil tóktist nú at vera komið rættuliga inn í dystin, og ikki minst frálík avrik frá Lars Winther í málinum og Una Wardum, sum skermaði av fyri Sámali, syrgdu fyri, at Kyndil rættuliga fekk tak á mótstøðuliðnum.

Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Kyndil, at Hans Áki fekk sína næstu útvísing eftir einans 15 minuttir, við tað at hann eftir hetta bert varð nýttur í álopspartinum, tí ein triðja útvísing hevði borið reytt kort við sær, umframt leikbann til seinnu hálvfinaluna móti VÍF. Hetta seinna, tí Hans Áki longu tvær ferðir í ár hevur fingið reyða kortið, orsakað av trimum útvísingum.


Leikaði javnt á

Restina av hálvleikinum leikaði sera javnt á, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna, til tey á hálva tímanum samdust um at fara í skiftirúmið við eins nógvum málum.

Seinasta sekundið av fyrra hálvleiki varð Ingi Olsen útvístur, og teir báðar fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki nýttu havnarmenninir til at vinna sær eina tvey máls leiðslu. VÍF megnaði tó eisini at svara hesum aftur, hóast teir ikki fingu so nógv burtur úr, tá Kyndil í nærum tveir minuttir leikti við tveimum leikarum í undirtali.

Til seinni hálvleikur var hálvrunnin fylgdust liðini nú aftur, men tá setti Eli Müller sær brádliga fyri, at nú var nóg mikið.


Eli stongdi

Í samfullar 12 minuttir stongdi hann nú fyri málinum, og líka mikið hvussu kyndilsleikararnir royndu, so fingu teir ikki bóltin í málið. Jacob royndi seg nakrar ferðir, og eisini vóru Leivur, Hans Áki og Regin leysir, uttan at nakað spurdist burturúr, og fyri at krydda avrikið enn meira, so bjargaði hann eisini tveimum brotskøstum hesa løtuna.

Í hinum endanum fingu liðfelagarnir nøkur mál burtur úr hesa løtuna, og hóast áskoðarnir gjørdust heldur bangnir, tá Ingi brádliga fekk reyða kortið, so sá hetta ikki út til at gera nakran mun.

Tá fýra minuttir vóru eftir, var støðan sostatt 20-17 til vestmenningar, og nú tóktist sigurin vísur. Brádliga fekk Lars tó sama hugskot, sum starvsfelagin í hinum endanum, og nú fingu vestmenningar ikki fleiri mál.

Tveir minuttir fyri leiklok, var nú bert tað eina málið á muni, og hóast áskoðarar og leikarar royndu at gera sitt, so megnaði hvørki av liðunum at fáa fleiri mál, og kundu vestmenningar tí fegnast um sigurin, tá seinasta bríkstli loksins ljóðaði.

Seinasta løtan av dystinum gjørdist sostatt rættuliga spennandi, og dramatikkurin gjørdist ikki minni av, at tað tvær ferðir varð neyðugt hjá dómarunum at fara í reyvalumman eftir ostaskorpuni. Fyrru ferðina, tá Uni fekk sína triðju útvísing fyri ov hart verjuspæl, og seinnu ferðina tá yngri bróðurin, Bjarni, í seinastu sekundunum legði fót fyri mótstøðuleikara.

Hóast tað sjálvsagt altíð er keðiligt at verða rikin av vølli, so man hetta í hesum førinum kennast serliga svárt hjá Bjarna. Gerðin var bæði óneyðug og tápulig, og harumframt noyðist hann nú at hyggja at, tá liðfelagirnir um eina viku skulu royna seg?móti VÍF.


Góð dómaraavrik

At enda skal viðmerkjast, at seinast eg sá teir báðar, Kára og Dánjal døma ein oddadyst, var døming teirra alt annað enn góð eftir mínum tykki.

Mikudagin var rættuliga viðvent í holuni, tí hóast tað mangan stóð nógv á bæði leikarum og áskoðarum, so megnaðu teir alla tíðina at halda høvdið kalt, soleiðis at teir uttan stórvegis hóvasták leiddu dystinum í samfullar 60 minuttir.

Hesu ferðina verður tað so til eitt herðaklapp, og verður hatta støðið framyvir, eru helst fleiri í væntu.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Kyndil: Jacob Jónsson 6 (1), Bjarni Wardum 5 (2), Uni Wardum 2, Hans Á. D. Christiansen 2 (2), Rúni Poulsen 1, Regin Petersen 1, Leivur Holm 1, Janus E. Sørensen 1

VÍF: Sámal Joensen 7 (2), Ingi Olsen 6, Agnar Joensen 3, Petur Fr. Joensen 2, Sjúrður Holm 1, Martin Hummeland 1

Brotskøst:

Kyndil 7, VÍF 5

Útvísingar:

Kyndil 6, VÍF 4

Diskvalifikatiónir:

Kyndil 2 (eitt beinleiðis reytt og eitt 3x2 minuttir), VÍF 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar út Tjaldur:

Kári Hansen og Dánjal Hansen