Undirsjóartunnil fyri listaskúla

Tinglimurin hjá Javnaðarflokkinum úr Sandoynni, Gerhard Lognberg, góðtekur, at játtanin til Lista- og tónleikaskúla á Sandoynni er strikað á fíggjarlógini fyri komandi ár.
?Jú hatta er í ordan, tí vit fáa ein undirsjóartunnil og ítróttahøll í staðin, og tað raðfesti eg hægri enn ein listaskúla, sigur Gerhard Lognberg.

Í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum fyri komandi ár er eingin játtan sett av til Lista- og tónleikaskúla Føroya, sum ætlanin er at byggja á Sandoynni. Á fíggjarlógini fyri 2004 vórðu 500.000 krónur settar av til Listaskúlan, men samgongan hevur gjørt av strika játtanina til komandi ár.
Gerhard Lognberg er samgongulimir og valdur á Sandoynni, og hann tykist ikki at hava ligið í andvekri, síðan játtanin til Listaskúlan á Sandoynni varð strikað.
?Jú hatta er í ordan, tí vit fáa ein undirsjóartunnil og ítróttahøll í staðin, og tað raðfesti eg hægri enn ein listaskúla. Tað ber ikki til at fáa alt, og tí kemur listaskúlin í aðru røð, sigur Gerhard Lognberg.
Samgongan hevur sett 500.000 krónur til fyrireikingararbeiðið av undirsjóartunnilinum til Sandoynna á fíggjarlógina fyri 2005, og Gerhard Lognberg væntar eisini, at sandoyingar fáa ein part av játtanini, ið samgongan hevur sett av til at byggja nýggjar ítróttahallir fyri komandi ár.
?Fólk á Sandoynni hava størri brúk fyri einum undirsjóartunli og ítróttahøll enn einum listaskúla í løtuni, heldur javnaðartingmaðurin

Óvist við listaskúla
Hóast eingin játtan er sett av til Lista- og tónleikaskúla Føroya komandi, væntar Gerhard Lognberg kortini ikki, at ætlanin dettur fullkomiliga niðurfyri. Hann dugir kortini ikki at siga, nær farið verður undir arbeiðið, og útihýsir ikki, at tað kann taka fleiri ár.
?Ein listaskúli kemur at kosta góðar 50 mió. krónur tilsamans, og í løtuni raðfestir samgongan undirsjóartunnilin og ítróttahøllina hægri, og tí fer tað óivað at taka fleiri ár, áðrenn farið verður undir listaskúlan, sigur Gerhard Lognberg.

Mynd:
?Fólk á Sandoynni hava størri brúk fyri einum undirsjóartunli og ítróttarhøll enn einum listaskúla, heldur javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg
Mynd: Savnsmynd