Undirsjóvartunnil í Sandoy í seinasta lagi um 11 ár

Um 11 ár, ella í 2024, skal tað vera koyrandi ímillum Sandoy og Streymoy.

- Tað er heilt avgjørt okkara mál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Tað skal helst vera áðrenn, leggur hann afturat.

Men nakað ávíst árstal vil hann kortini ikki áseta.

Eftir íløguætlanini hjá samgonguni skulu 390 milliónir setast av á fíggjarlógini til 2024.

Næsta ár og í 2015 verða fimm milliónir settar av um árið til at gera seinastu kjarnuboringarnar lidnar, og annað arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við fyrireikingina til tunnilin.

Síðani er ætlanin at seta størri ferða á, tí játtanin hækkar til 25 milliónir krónur í 2016 og til 35 milliónir krónur í 2017, 2018 og 2019.

Í árunum frá 2020 - 2024, hækkar játtanin til 50 milliónir krónur um árið.

Nýggjastu metingarnar vísa, at Sandoyartunnilin fer at kosta 750 milliónir og sostatt resta framvegis 360 milliónir í.

Løgmaður sær ikki fyri sær, at pláss verður fyri hesi uphæddini á fíggjarlógini hesi næstu árini.

Tí verður neyðugt at útvega aðra fígging, sigur hann.

Talan kann vera um at, landskassin tekur lán til endamálið.

Talan kann eisini vera um at fíggja tað, sum restar í, við bummgjaldi úr øðrum tunlum.

Í løtuni situr ein politiskur fylgibólkur og útgreinar ætlanina at gera undirsjóvartunnil í Sandoynna.

Tann arbeiðsbólkurin skal eisini útgreina, hvussu tað ber til at fíggja tær 360 milliónirnar, sum resta í fyri at fremja ætlanina - ella um tað yvirhøvur ber til at finna fígging, sigur løgmaður.