- Í næstu viku verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy og ímillum Streymoy og Sandoy.
Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú politiska tunlasemjan verður løgd alment fram í Miðlahúsinum í kvøld.
Rás2 sendir beinleiðis frá fundinum.
Eftir uppskotinum skal landið seta 400 milliónir kónur í eitt alment partafelag, sum skal gera tunlarnar.
Tað skal landið gera í smáum, fram til 2024.
Men at landið setir 400 milliónir av til undirsjóvartunnil fram til 2024, er tað, sum longu liggur í kortunum, so hetta fer ikki at nerva aðrar ætlanir, sigur Jørgen Niclasen.
Eysturoyartunnilin skal vera liðugur í 2018 og sandoyartunnilin í 2020 ella 2021.
Farast skal undir Sandoyartunnilin so títt og knapt Eysturoyartunnilin er liðugt boraður, men tó í seinasta lagi í 2018.
Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, fær landið heimild at játta 10 milliónir í rakstri til tunnilin um árið.
- Hetta er sama upphædd, sandoyarsiglingin kostar í dag, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at er tørvur á tí í sambandi við Sandoyartunnilin, kann almenna partafelagið taka ábyrgdarlán, ella kann landið hækka partapeningin, ella veita eina trygd fyri eini ávísari ferðslu, fyri at minka um rentuútreiðslurnar.
Hetta er ein semja, sum ber til fíggjarliga. Landið hongur ikki upp á alt, so kredittvirðið hjá landinum skuldi ikki minkað nevnivert, sigur Jørgen Niclasen.
Sígg myndir frá fundinum í Miðlahúsinum við at trýsta HER
|