Tað gongur illa at finna semju um samferðslupakkan, sum Jørgen Niclasen, undanfarni landsstýsirmaður í fíggjarmálum, legði fyri Løgtingið fyri jól. Og nú í tólvta tíma áðrenn Løgtingið fer í summarfrí í ovurmorgin, fríggjadagin, er framvegis ógreitt um nakað verður burtur úr. Men hendur einki beint nú, fella málini burtur, tí á ólavsøku byrjar eitt nýtt tingár og tá verður byrjað á sløttum. Tað merkir, at øll mál, sum ikki eru avgreitt fríggjadagin, detta burtur.
Ein partur av samferðslupakkanum var, at tað skuldi verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Men tað var beinanvegin greitt, at tað er stór ósemja um tað, at tað skal verða bíligari at ferðast – og hvørjum tað skal verða bíligari hjá.
Tinglimir í samgonguni gjørdu alt fyri eitt vart við, at teir góðtaka ikki, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, samstundis sum at suðuroyingar, og útoyggjafólk, framvegis skulu rinda vanligan prís.
Og har liggur málið framvegis. Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, segði, at málið skuldi leggjast fyri Løgtingið til atkvøðugreiðslu í síðstu viku. Men aftur tá gjørdu tinglimirg greitt, at teir fóru ikki at atkvøða fyri, uttan so, at tað verður bíligari hjá øðrum at ferðast.
Les eisini: Góðtaka ikki at tað bara verður bíligari hjá nøkrum fáum
Les eisini: Tað skal verða bíligari - hjá summum
Les eisini: Arbeiðsgevarar: Bummgjøldini mugu varðveitast
Sostatt varð málið ikki lagt fyri Løgtingið í síðstu viku. Tað eydnaðist heldur ikki at leggja tað fram, hvørki mánadagin, ella í gjár. Og í morgun, tveir dagar áðrenn Løgtingið fer í summarfrí, og málið fellur heilt burtur, er tað framvegis ógreitt um tað verður avgreitt yvirhøvur. Erhard Joensen, sigur í stuttari viðmerking, at støða er er ikki tikin til, hvat skal gerast – og fleiri viðmerkingar hevur hann ikki. Men tað er greitt, at verður tað lagt nú, skal má tað skundast ígjøgnum áðrenn Løgtingið fer í summarfrí og so mugu frávik gerast frá tíðarfreistunum.