Bummgjøldini í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum eiga at verða varðveitt. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Arbeiðsgevarafelagið leggur seg nú út í ætlanina hjá samgonguni at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.
Og tey taka ikki undir við, at bummgjøldini verða avtikin, tí verða tey tað, fara tunlarnir at fella í órøkt, siga tey í eini almennari fráboðan í dag. Tey siga, at tað er umráðandi, at tær avgerðirnar, sum verða tiknar nú, beint áðrenn Løgtingið fer til hús, ikki fáa avleiðingar fyri samferðslukervinum, heldur ikki fyri undirsjóvartunlarnar, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Tey siga, at tað er sjón fyri søgn, at sum heild er samferðslunetið illa røkt og fleiri frágreiðingar hava staðfest, at tørvur er á munandi viðlikahaldi.
– Hóast bileigarar gjalda vegskatt, hevur tað víst seg, at politiski áhugin at játta pening til at halda samferðslunetið, hevur verið sera lítil, siga arbeiðsgevararnir. Skulu undirsjóvartunlarnir eisini á fíggjarlógina, er vandi fyri, at eisini teir fara at fella í órøkt.
Heldur enn at gera semjur í tólvta tíma, áðrenn Løgtingið fer til hús, eigur politiski myndugleikin at gera eina skipan, sum tryggjar eitt nøktandi viðlíkahald. Og har eigur eitt brúkaragjald til viðlíkahald at vera ein partur av loysnini, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
– Tað er trongt á fíggjarlógini, og skulu játtanir á fíggjarlógini brúkast til at fíggja viðlíkahald á undirsjóvartunlum, og kanska eisini ein lægri ferðaseðlaprís til Strandferðsluna, er lítið sannlíkt, at samferðslukervið fer at batna, siga tey.