Fyrrapartin í dag undirskrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Grevstur & Planering v/ Eggaba Andreasen undir arbeiðstøkusáttmála.
Hetta er ein sáttmáli, ið snýr seg um spillivatnsætlanina hjá Vága kommunu í Sandavági.
Lisitatión var hin 18. desember í fjør, har tvey tilboð komu inn. Grevstur & Planering v/ Eggaba Andreasen hevði lægsta boð.
Tað er Vága kommuna, sum ber hesi tíðindi í dag.
Lagt verður aftrat, at spillivatnið verður lagt frá Valloyruni og vestur móti Tváttá, og hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin.