Fimta árið á rað varð heitt á meg at umboða fakið týskt á árliga kunningardegnum í auluni á Læraraskúlanum (nú: Námsvísindadeildin undir Setrinum). Hetta gjørdi eg við gleði, hóast vanlukkuligu støðuna, Setrið endaði í síðsta ár.
Tey, sum hava fylgt við síðsta árið, vita, at árið endaði í stórum vónbroti, tá ið vit fingu at vita, at týskt ikki fór at gerast linjufak lestrarárið 2025/2026, hóast meira enn nóg mikið av lesandi høvdu valt fakið, hóast fólkaskúlanum tørvar lærarar í týskum og hóast vit, bæði týsktlærarar í fólkaskúlanum, á miðnámi og Føroya Lærarafelag arbeiddu ótroyttiliga aftan fyri leiktjaldið fyri at fáa tað ígjøgnum. Har var eingin áhugi frá politiskari síðu at loysa málið, hóast vit høvdu eina lyklaklára loysn. Tíverri tykist tað, sum vit hava eitt púra visiónsleyst løgting, undirvísingarstýri og barna- og undirvísingarmálaráðharra, sum sita oman fyri okkum øll, men ikki ána hvat gongur fyri seg á gólvinum.
Í dag siga tíðindini, at bara 16% av okkara ungu ætla sær at lesa víðari í Føroyum. Tey flestu velja at fara til Danmarkar, hóast ávísar og onkuntíð somu útbúgvingar eru í Føroyum, sum tey kundi lisið her. Tíðindini siga enntá, at mong velja bara Danmark, hóast tey als ikki vita, hvat tey ætla sær at lesa. Eru vit vorðin meira heimføðislig og góðtrúgvin enn fyrr? Og nei, eg tosi ikki um, at føroyingar í Føroyum eru heimføðisligir. Vit eru hóast alt 55.000 fólk á hesum oyggjum. Eg tosi um øll, sum vilja liva í einari pseudo-føroyskari enklavu á Oyrasundi. Halt kipp, tað er kiksað. Endar heimurin veruliga við markið til Týsklands? Kunnu um ikki annað fleiri so fara aðrastaðni at lesa? Til onnur lond, so at tey, um tey koma heimaftur, hava okkurt annað at bjóða enn bara tað sama og meira av tí sama? Tær somu donsku útbúgvingarnar, tað sama danska málið, tær somu donsku meiningarnar, ta somu donsku mentanina o.s.fr.? Eg kann bara siga fyri meg, og mong eru samd: vit vilja ikki hava, at Føroyar gerast eitt mini-Danmark. Og nei, eg meini als ikki við, at ung ikki skulu fara út og uppliva heimin. Eg tosi um, at øll enda á sama staði. Og nei, Danmark er ikki “heimurin”.
Síggi, at ein ávísur flokkur erpar sær av, at lestrarstuðulin er hækkaður. Til lukku við tí, men tað sær ikki út til at hjálpa, ha? Ikki tá ið bert 16% av okkara ungu ætla sær at lesa her. Samstundis er Setrið tvingað at spara 5 milliónir krónur bara í ár, og tað sær ikki út til at batna hvørjum sparingum viðvíkur. Men tit raðfesta tey ungu? Hvat er meiningin við at hækka lestrarstuðulin, tá ið Setrið skal halda á at spara milliónir oman á milliónir? Fer tað at fáa fleiri at lesa í Føroyum? Skeri eg teg her, missi eg teg har. Minnist til tað.
Samgongan heldur á at hava hall í góðum tíðum. Tíðindini, vit hoyra, eru ikki jalig. Vit duga sera illa at vísa á tað góða við at vera her í Føroyum. Hetta ávirkar okkara ungdóm. Sum eg skrivaði í einum øðrum lesarabrævi, so ger hetta, at tey ungu ikki vilja velja Føroyar. Tey síggja kære mor Danmark sum eitt slaraffelland, har grasið er nógv grønari, har tey fáa alt serverað á einum silvurfati, har alt er ókeypis og sólin skínur hvønn dag... Hevur handan ófatiliga vánaliga sendingin hjá KVF, sum eg havi skrivað um, nakað við tað at gera t.d.?
Latið okkum raðfesta okkara fólkaskúla og okkara Setur. Hendan samgongan heldur á at skera av her og har, og tað merkist, kanska ikki so væl enn, hóast vit sum arbeiða í skúlaverkinum sanniliga merkja tað, men hetta fer at bíta okkum í halin – sera skjótt, og tá fara øll at merkja tað.
Val verður um eitt ár. Eg biði og vóni, at betri skil kemur á aftur tá. Og at føroyingar fara at velja Føroyar. Inntil tá: Latið okkum tosa væl um hetta fantastiska landið, og latið okkum øll gera okkara til at gera Føroyar betri, líka mikið hvør situr við valdið. Latið okkum ikki fara niður við flagginum, hóast tey, ið ráða, ikki eru uppgávu sína vaksin. Hóast vit eru ónøgd, og tað eru sera nógv, latið okkum arbeiða av øllum alvi at tosa Føroyar upp og ikki niður. Komið og standið saman. Minnist til: Føroyar eru eitt eindømi í heimssøguni. Ikki eitt einasta land við okkara fortreytum hevur megnað tað, vit hava megnað. Um Føroyar ikki eru eitt undurverk, so veit eg einki. #vitelskaføroyar #vitveljaføroyar #altíð
Astrið Breckmann











