Dansistevna verður í skúlanum á Giljanesi fríggjakvøldið 4. og leygardagin 5. septembur, tað eru Slái Ring og Vága Dansifelag, sum skipa fyri, stevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 20 og endar leygardagin kl. 16.
Stevnan er fyri ung sum ganga í 7. 8. 9. og 10 flokk. Um onnur ung vilja sleppa við, kunnu tey tekna seg sum leiðarar.
Evni hesaferð er dansispøl.
Fríggjakvøldið verður kvøðið saman við Vága Dansifelag. Tey fara at skipa Seyðamannin á Sondum.
Tiltakið er ókeypis.
Tilmelding fer fram hjá Jónleif Johannesen tlf. 565766 ella hjá Hervør Jørgensen tlf. 333204.