Ungdómsráðstevnan í vikuskiftinum, sum FUR skipaði fyri, helt fram leygarmorgunin. Um 10-tíðina fóru stevnuluttakararnir frá morgunmatarborðinum á læraraskúlanum og á pallborðsfund í høllini. Við pallborðið sótu Páll á Reynatúgvu, sum umboðaði Tjóðveldisflokkin, Elin Lindenskov, fyri Javnaðarflokkin og Olav Enomoto, sambandsumboð. Fundurin var skipaður á vanligan hátt. Tey trý við pallborðið byrjaðu við smáum einarøðum, og løgdu við hesum grundarlag undir kjakið.
Páll á Reynatúgvu var rættiliga skaldborin í síni røðu, ið var merkt av hugflogi og kenslum. Framtíðar Føroyar ímyndaði hann sær sum málning. Hann segði, at skulu vit føroyingar fara undir at mála hendan málning eru røttu fyritreytirnar neyðugar. Heimastýri var eftir hansara tykki ikki ein teirra!
? Vit eiga ikki at stúra fyri sjálvbjargni. Vit hava framíhjárættindi; reina luft, grønan bø, blátt hav og svarta undirgrund, segði ungi tingmaðurin á góðum og mergjaðum sandoyarmáli. Umframt hetta náttúrugivna tilfeingið, nevndi Páll munin á menniskjunum her á oyggjum, ið hann helt vera størsta tilfeingið.
? Vit eru øll skilagóð, men hvør á sín hátt, segði Páll á Reynatúgvu
Fult vald, men ikki fullveldi
Elin Lindenskov var nógv meira ítøkilig enn Páll á Reynatúgvu í sínum íkasti til kjakið. Hon tosaði meira um gerandisdagin, og serliga hin í Havn, ið sum kunnugt er merktur av tørvi á barnaansing og bústaðartrupulleikum, ið ung noyðast at dragast við. Elin mælti føroyingum til at broyta bústaðarvanar. Javnaðarumboðið nerti eisini við arbeiði og arbeiðisloysi.
? Vit eiga at miðja ímóti at fáa arbeiði til allar hendur, men tey arbeiðsleysu eiga eisini at kunna liva undir góðum treytum, segði hon.
Í ríkisrættarliga spurninginum tyktist Elin meira hugað fyri broytingum enn flokkurin, hon umboðar. Kortini vóru orðingar hennara sera líkar teimum vit hoyra á tingi, tá javnaðarfólk eru á røðararpallinum har. Elin gjørdi greitt, at fullveldi ikki er fremsta mál, men at hon kortini helt nýskipan vera neyðuga. Og nýskipanin skuldi eita sjálvstýrislóg!
? Neyðugt er, at broytingarætlanin, sum ikki skal skundast ígjøgnum, fær stóra undirtøku, og at eitt samt løgting stendur aftan fyri ætlanina, segði hon og gjørdi greitt, at ein sjálvstýrislóg eftir javnaðarleisti fór at áseta fult føroyskt vald og greiðar reglur um heimarætt og at føroyska flaggið er einasta umboð landsins. Hví hon so ikki vil hava fullveldi, sum eisini ásetir fult føroyskt vald, segði hon onki um.
»Verða vit ríkari..?«
Olav Enomoto úr Sambandsflokkinum var sera undirhaldandi í røðu og kjaki. Hann var eftir tykki teirra mongu, tann, ið dugdi best at halda røðu. Hóast unga sambandsstjørnan stóð rættiliga einsamøll millum mangar ungar og tjóðskaparsinnaðar áhoyrarar, var vón fyri framman. Tað var soleiðis, at ein rættur riðil av pensiónistum, sum vóru á skeiði á Háskúlanum, var komin at lýða á. Og úr tí hópinum hoyrdust hvøllastu klappini, tá Enomoto gjørdi burtur úr sær.
? Vit kunnu ikki átaka okkum stór mál at umsita. Tí ynskja vit samband millum javnstillaðu partarnar í ríkisfelagsskapinum. Gamaní, góður vilji krevst, og eru trupulleikar, so hyggja vit upp á teir. Men at fáa fullveldi, tað er at fara ov langt. Man brýtur ikki húsini niður, tí ein pera fer. Man skiftir peruna, segði Olav Enomoto, sum segði seg vera føroyskan patriot.
Hann nýtti somu mynd, sum formaður Sambandsflokksins plagdi. Myndina við motorvegnum niður gjøgnum Evropa.
? Okkara møguleikar í danska ríkinum innslúsa okkum í Evropeiska Samveldið, og har eru nógvir møguleikar, segði Olav, sum brúkti vendingina »at koma í sving« upp í saman.
? Vilja vit av við blokkin, er ikki neyðugt at samráðast. Vit kunnu bara koma í sving, og minka hann sjálvi, segði hann.
Olav Enomoto endaði røðu sína við at seta tríggjar umfevnandi spurningar í sambandi við fullveldi:
? Verða vit ríkari, verða vit sterkari og hvørjar møguleikar fáa vit..?
Spurningunum svaraði hann alt fyri eitt, undir einum:
? Fullveldisætlanin skramblar saman!
Marita var ikki fræls
Tá kjakið byrjaði spurdi Elin Lindenskov beinanvegin undranarsom, um Olav Enomoto ætlaði sær upp í ES. Olav svaraði, at ein hvítbók um ES-spurningin átti at verið skrivað alt fyri eitt.
? Og hon skal vera betur enn Hvítabók, sum er ein reviderað tjóðveldisstevnuskrá, visti Olav at siga.
Soleiðis byrjaði tímalanga kjakið, sum prógvaði, at tjóðskaparligu rembingarnar í Føroyum eisini eru aðalmál teirra ungu. Annað enn tjóðskaparmál vóru nærum ikki tikin upp á tunguna.
Unga og orðakringa sambandsstjørnan spurdi, hví hann ikki skuldi kenna seg frælsan, tá ið hann vaknaði um morgnarnar. Eisini hesum spurningi svaraði hann sjálvur.
? Nú verður so dúgliga fiskað eftir frælsi. Eg sigi, at vit eru fræls. Vit eru ikki niðurbundin, helt hann.
Elin Lindenskov, sum segði seg ikki ræðast fullveldi, helt kortini, at vit áttu at havt í huga, at vit hóast alt ikki høvdu livað undir harðrendum stýri.
Tjóðveldistingmaðurin var skjótur at svara.
? Javnaðarflokkurin átti at vita, at Føroyar ikki eru frælsar. Eg minnist andlitsbráið á táverandi løgmanni, Maritu Petersen, tá hon hevði verið í samráðingum við danir í 1993 og hevði fingið at vita, at alt var mist. Hon líktist ikki einari frælsari konu, segði Páll á Reynatúgvu.
Merkið og Dannebrog
Kjakast varð aftur og fram, og fólk gjørdu vart við seg úr høllini. Ein áhoyrari hevði kagað á heimasíðuna hjá ST. Um Føroyar stóð lítið. Kortini fekst at vita, at føroyingar hava tveir merkisdagar: Danska grundlógardagin og føðingadag Margretu drotningar! Hetta helt áhoyrarin vera somikið vanæriligt, at hon ikki dugdi at seta orð á tað.
Elin Lindenskov segði seg skilja áhoyraran sera væl. Elin hevði sjálv verið í Kina í donskum ferðalagi einaferð, og ta ferðina varð Dannebrog hongt um hálsin á henni. Tað kendist sambært javnaðarkvinnuni ikki serliga væl. Hon tók kortini málið í egnar hendur og klistraði Merkið uttan á Dannebrog!
Stórur partur av kjakinum millum pallborð og høll snúði seg um teir partar av valdsbýtinum millum Danmørk og Føroya, sum tykjast ógreiðir. Páll á Reynatúgvu segði loysnina vera fullveldi. Elin Lindenskov segði segði skilja støðuna, men mælti til varsemi, meðan Olav Enomoto endurtók áheitan sína um at »koma í sving«.
Gott kjak
Pallborði fekk endaliga orðið. Páll á Reynatúgvu segði, at orðaskiftið í dag og 5 - 6 ár aftur í tíðina prógvaði, at fullveldi er frægasta leið.
? Ongin skundar sær. Vit hava livað undir heimastýri í 51 ár, segði hann.
Elin Lindenskov segði seg hava góðar framtíðarvónir. Hvussu enn úrslitið verður á ríkisrættarliga økinum segði hon seg vóna, at tað ikki gongur út yvir vælferðina.
? Vit skulu hava framburð við frælsum menniskjum, segði Elin Lindenskov.
Olav Enomoto helt eisini framtíðina verða bjarta og segði seg vóna, at øll fara at fáa peningaligan framburð í Føroyum.
? Men vit noyðast at koma í sving við at skapa eitt sjálvberandi samfelag, helt hann fyri.
Luttakararnir vóru eftir pallborðsfundin nærum á einum máli um, at fundurin hevði verið góður. Fleiri hildu, at ungu umboðini við pallborði dugdu betur at kjakast í dag enn á vanligum politiskum fundum, har serligur dentur altíð verður lagdur á flokspolitiskar eyðkenningar.