Ung fólk mennast við at vera í arbeiði. Fyri at geva hesum ungu arbeiðsroyndir, sum tey kunnu hava sum førning seinni í lívinum, skipar Klaksvíkar Kommuna nú aftur fyri átakinum, Ung í arbeiði, í í næstrum ber til at tekna seg.
- Ætlanin er, at skipa Ung í Arbeiði í verkætlanum, sum fara at síggjast aftur í umhvørvinum, og út frá stóra áhuganum í fjør kann roknast við, at nógv ung fara at søkja um at luttaka í Ung í Arbeiði í summar. Miðað verður ímóti at bjóða teimum ungu arbei í tvær vikur á 40 tímar, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, sum varðar av Ungum í Arbeiði.
Freistin at søkja er úti 5. juni 2015, og fáa umsøkjararnir tá svar, um teir kunnu verða við í ár, og hvar teir koma at arbeiða, skrivar Klaksvíkar Kommuna í tíðindaskrivi.