Ung senda 4.050 sms-boð um mánaðin

Tannáringar í USA eru púra villir at senda sms-boð til hvønn annan. Nýggj kanning víur, at ungfólk í miðal senda 3.339 sms-boð um mánaðin. Ungar gentur megna tó at senda 4.050 sms-boð í miðal.

Tað eru serligu ungu genturnar, sum senda nógv sms-boð. Kanningin, sum felagið Nielsen hevur gjørt, vísur, at gentur í aldrinum 13-17 ár senda 4.050 sms-boð um mánaðin í miðal.

Dreingirnir eru ikki eins raskir, men megna tó at senda 2.539 sms-boð hvønn mánað í miðal.

Tá ið genturnar gerast millum 18 og 24 ár minkar hugurin at senda sms-boð, tí tá senda ungu kvinnurnar 1.620 sms-boð um mánaðin.

Stórur vøkstur er í talinum á sms-boðum millum ungfólk, og hendan seinasta kanningin vísur ein vøkstur á 8 prosent samanborið við somu tíð í fjør.