Ung sleppa ikki at ganga einsamøll við byrsu

Treytirnar hjá ungum at brúka byrsu, verða herdar

Ung fáa ikki líka góðar sømdir, sum tey hava havt, at brúka byrsu.

Eftir lógini, sum nú er í gildi, kunnu ung ímillum 16 og 18 ár skjóta við høglbyrsu, tá ið  tey eru saman við vaksnum fólki. Og tað at vera vaksin í hesum høpi, merkir merkir, bara at ein er 18 ára gamal.

 

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá løgmanni um at broyta vápnalógina. Tá ið løgtingið viðgjørdi spurningin, vóru tað tingfólk, sum førdi fram, at tað er ikki ráðiligt, at ein 18 ára gamal, fer einsmallur í hagan at skjóta harum, saman við nøkrum yngri vinmonnum, fyri at nevna eitt dømi.

 

Og tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú tikið til eftirtektar, tí heldur ikki hann heldur, at tað er rætt, at ein 18 ára gamal skal kunna taka sínar 16 -17 ára gomlu vinir við út at skjóta.

 

Tí vil hann nú broyta lógina soleiðis, at tann, sum hevur unglingar ímillum 16 og 18 ár við sær út at skjóta, skal vera minst 25 ára gamal sjálvur, og hava vápnaprógv. Tey, sum eru ímillum 16 og 18 ár, skulu somuleiðis hava staðið vápnatrygdarskeið, áðrenn tey yvirhøvur kunnu fáast við byrsu.

 

- Hetta vápnatrygdarskeið gevur teimum ikki rætt til at keypa ella eiga vápn. Og tað gevur teimum heldur ikki rætt til vápnaprógv, fyrr enn tey eru fyltir 18 ár, sigur løgmaður.

- Tá kunnu tey søkja um vápnaprógv, við tí vápnatrygdarskeiði tey hava tikið, leggur hann afturat.