Tveir ungir næmingar úr 9. flokki skulu niður á Fólkating í februar. Talan er um John N. Olsen úr Leirvík og Beintu Bergsdóttir av Argjum. Tey hava bæði áhuga fyri politikki, og teimum dámar væl at arbeiða við at smíðja lógaruppskot.
Anfinn legði merki til Beintu
Beinta hevur ein serstakan áhuga fyri tingarbeiði, og hon situr mangan í Løgtinginum og lurtar eftir orðaskiftinum. Hetta hevur Anfinn Kallsberg, sum situr sum annar av tveimum føroyskum fólkatingslimur, lagt merki til. Hann spurdi tí hana, um hon hevur hug at fara til ungdómsparlamentið í Danmark í februar. Beinta ivaðist ikki og svaraði "ja" beinan vegin.
Mentamálaráðið valdi hitt umboðið. Tey bóðu Fuglafjarðar skúla senda eitt umboð. Lærararnir og skúlastjórin í Fuglafirði mettu, at John er best egnaður.
Ókeypis mat í skúlarnar
Tey hava bæði brúkt eitt sindur meira enn ein dag at gera lógaruppskotið. Tey verða væl vegleidd av Johan Lützen, sum er samskiftisráðgevi hjá Anfinni Kallsberg. Uppskotið snýr seg um, at tað skal vera ókeypis matur í skúlunum. Tað skal vera kantina í øllum skúlum, og maturin sal vera góður og sunnur. Grundgevingarnar eru millum annað, at næmingarnir eru týdningarmesta tilfeingið hjá landinum, og teir mugu fáa best møguligu karmar. Kanningar vísa, at næmingar læra betri, um hann er mettur og væl fyri. Afturat hesum vil ókeypis matur útjavna teir fíggjarligu karmar, sum næmingarnir hava heimanifrá. Summi eru rík, meðan onnur sita trengri í tí. Hetta uppskotið útjavnar munin á hesum økinum.
- Hetta er spennandi og stuttligt. Vit arbeiða við hesum uppskotinum og skulu síðani lata tað inn. Vit hava eina freist at lata tað inn. Uppskotini verða síðani hugd ígjøgnum, og nøkur fá verða vald burturúr, sigur Beinta.
Opin fyri politiskum virksemi
At gera politiskt arbeiði er nakað, sum tey møguliga fara at gera meira við.
- Hetta er sjálvandi krevjandi, men ikki so strævið, sum eg hevði væntað. Mær dámar hetta væl, og tað er væl møguligt, at eg fari at gerast virkin í politikki einaferð í framtíðini, sigur John.
- Eg eri heilt vist eisini opin fyri tí møguleikanum, sigur Beinta.
Tey bæði eru einans 15 ára gomul og hava tí ikki valrætt. Tey ásanna eisini, at tað eru ikki nógvir av teirra javnaldrum, sum sýna politiskum arbeiði tann stóra áhugan.
- Nei, tað eru ikki nógvir av okkara javnaldrum, sum hava áhuga fyri politikki, siga tey bæði.
Tey gleða seg bæði til at sleppa niður 5. februar.
John ætlar sær møguliga á studentaskúla, tá ið hann verður liðugur í 9. flokki. Beinta fer at ferðast við familjuni í eitt ár. Eftir hetta væntar hon, at hon fer á studentaskúla.