Í Landsnevndina vórðu vald: Lina Hansen, nývald, Gunnhild Dahl Niclasen, nývald, Hávarður Enni, nývaldur, Barbara Holm, endurvald, Jaspur Guttesen, endurvaldur, Tórur av Kák Olsen, endurvaldur og Rúni Nielsen, nývaldur. Rúni Nielsen var ráðgevi í Landsnevndini áður, men er nú valdur í nevndina aftur. Jógvan Jacobsen heldur fram sum ráðgevi felagsins.
Unga Tjóðveldið hevur sjey økisfeløg og nýtti høvið til at velja tær nevndirnar eisini, eftir sum limirnir vóru savnaðir til landsfundar.
Fyri Unga Tjóðveldið í Suðuroy sita: Barbara Holm og Rúni Nielsen, í Vágum: Jaspur Guttesen og Herfinnur Árnafjall og í Norðstreymoy: Eiler Fagraklett og Herit Helgadóttir