Jóannes Lamhauge hevur luttikið í singer/songwriter kappingini seinastu tvey árini, umframt at hann hevur sungið í fleiri songleikum, eitt nú sum Jósef í leikinum um Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið. Hann hevur royndir úr kórinum ung stjørnuskot, og spældi so seint sum síðsta vikuskiftið ein høvuðsleiklut í framførsluni av Disney løgum í Havn.
Uni og Búi hava spælt saman í ymiskum samanhangum seinastu nógvu árini, m.a. í Headache Blues Treo, men tað er serliga hvør sær, at teir hava gjørt vart við seg, Uni sum sangari í prix vinnarunum Go Go Blues og Búi sum gittarleikari hjá Eivør, í 200 og í nógvum ymiskum jasssamanhangum. Nú hava teir funnið saman aftur, og hava spælt rættiliga fitt á føroyska tónleikapallinum.