Ungarn hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á U21-landsdystin millum Ungarn og Føroyar

Seinnapartin klokkan 14.15 spælir føroyska U21-landsliðið venjingardyst móti Ungarn á Hidegkuti Nándor leikvøllinum í Budapest.

 

Tað er sum lundi á jólanátt, at føroyska U21-landsliðið sleppur at spæla venjingardyst móti øðrum U21-landsliði, og tí er høvið bara at fegnast um.

 

Dysturin er fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Fraklandi á útivølli. Dysturin móti Fraklandi verður leiktur í Stade de Alpes í Grenoble, mánakvøldið klokkan 20.

 

Ungarn hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Ungarn liggja millum 1,40 og 1,49.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,10 og 4,50.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 5,25 og 6,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##