Ungarn ivingarsamt um at loyva Ukraina uppí Nato

Ungarn telist millum londini í Nato-verjusamgonguni, sum hava sýtt fyri at veita Ukraina vápnahjálp.

Ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er ivingarsamur um at víðka Nato við nýggjum limalondum.

Í gjár segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, at limalondini í verjusamgonguni eru samd um, at pláss er fyri Ukraina í Nato, tá kríggið er liðugt.

 

Men, henda útsøgn hevur eftir øllum at døma gjørt forsætisráðharran í Ungarn, Viktor Orbán, ovfarnan.

 

"Hvat?" skrivar forsetin á Tvitter.

 

Tað var á vitjan í Kyiv í vikuni, at Jens Stoltenberg kom við útsøgnini um møguleikarnar hjá Ukraina at gerast limur í verjusamgonguni.

 

Í dag vitjaði Nato-aðalskrivarin Ramstein-støðina í Týsklandi, og tá endurtók hann boðskapin og segði, at øll Nato-sameind góðtaka, at Ukraina skal gerast limur í Nato.

 

Millum Nato-londini, sum við Finnlandi nú eru 31 í tali, eru tað bara Ungarn og Turkaland, sum hava verið ivingarsom um at víðka um verjusamgonguna við Finnlandi og Svøríki.

 

Ungarn fordømdi russisku innrásina í Ukraina í fjør, men hevur sýtt fyri at veita Ukraina vápnahjálp.

 

Norska Dagbladet veit at siga, at Viktor Orban og aðrir høgtstandandi ungarnskir leiðarar hava verið lagdir undir at hava eitt tætt samband við Kreml í Russlandi.

 

##med2##

 

 

 

Ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er ivingarsamur um at víðka Nato við nýggjum limalondum.

Útsøgnin hjá Stoltenberg gjørdi eftir øllum at døma Orbán ovfarnan.