Fótbóltslagið er framúr í Ungarn í kvøld. Gamla stórveldið í fótbólti hevur spælt seg í tað fyrsta endaspælið í fótbólti í 30 ár. Seinast Ungarn vann seg í eitt endaspæl, var tá HM-endaspælið varð í Meksiko í 1986.
Ungarn vann 2-1 á Noregi á Ferenc Puskas leikvøllinum í Budapest í gjárkvøldið. Ungarn vann 1-0 á Ullevaal leikvøllinum í Oslo hóskvøldið, og vunnu magayararnir sostatt 3-1 samanlagt.
Longu í 14. minutti var galið hjá Noreg. Tamas Priskin meddaði bóltin upp í samankomingina. Eitt sera vakurt mál. Næsta málið uppsummeraði vánaligu støðuna hjá Noregi. Í 83. minutti gjørdi Markus Henriksen sjálvmál, so støðan gjørdist 2-0 til Ungarn, og tá var mótbrekkan hjá Noregi ov brøtt.
Markus Henriksen skeyt eitt vakurt mál í rætta endanum í 88. minutti til 2-1, men tað gjørdi ikki skaðan nóg góðan aftur.
Noreg hevur ikki spælt seg í eitt endaspæl, síðani EM-endaspælið í 2000, sum varð í Niðurlondum og Belgia.
Egil "Drillo" Olsen hevur fingið nógv skeld fyri sín verjukenda spælistíl, men framvegis er hann tann størsti norski landsliðsvenjarin. Noreg hevur søguliga spælt seg í tvey HM-endaspøl, í 1994 og í 1998. Í báðum førum varð Egil "Drillo" Olsen landsliðsvenjari. Niels Johan Semb førdi Noreg til EM-endaspælið í 2000, sum er tað higartil seinasta endaspælið Noreg hevur tikið lut í.
Til stuttleikar kann nevnast, at Ungarn vann við somu siffrum á Føroyum í farnu EM-undankappingini, 1-0 á Tórsvølli, og 2-1 í Budapest.