Ungdómur í Klaksvík

Mikukvøldið 5. desember bjóðaði Klaksvíkar Býráð foreldrum til fundar um ungdómsviðurskifti í býnum.

 

Foreldrini tóku væl undir við ætlanum Býráðsins, og Býráðið fer í næstum at skipa fyri fundi, har ungdómurin sleppur at siga sína hugsan.

Lat meg byrja við at sláa fast, at vit eiga ein deiligan ungdóm í Klaksvík, og at tað unga fólkið hevur uppiborið eina góða og trygga ungdómstíð. Hetta hevur stóran týdning fyri samfelag okkara, tí einaferð verður tað teirra ábyrgd at føra alt virksemið í samfelagnum víðari, og tí ræður um at brynja og stuðla tey so væl sum gjørligt.


Ungdómspolitikkur orðast

Seinastu árini hevur ofta verið at hoyrt, at ungdómurin í Klaksvík saknar eitt stað at hittast í, sum er teirra, og at onki er at fara til. Tey keða seg og fara út at vála uttan mið og mál. Um tað veruliga er so galið kann helst diskuterast, men vit sleppa ikki uttan um, at vit ongan orðaðan ungdómspolitikk hava. Ein slík orðing finst ikki í Føroym í dag. Mín hugsan er, at Klaksvíkar Kommuna skal orða ein ungdómspolitikk, sum skal verða skræddaraseymaður til viðurskiftini í Klaksvík. Tað er neyðugt við eini tílíkari orðing, sum greitt sigur hvat vit vilja og hvørji mál vit skulu seta okkum, tí einki má gerast tilvildarligt.


Fundur við ungdómin

Foreldrafundurin um ungdómsviðurskifti, sum var í Býráðshøllini var góður og viðkomandi, og prógvaði, at foreldrini taka undir við hesi ætlan. Eisini luttók Carl August Arge frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum á fundinum, tí vit vilja gera púra greitt, at ætlaða ungdómshúsið skal vera rúsfrítt. Fyri at hetta arbeiði skal eydnast so væl sum gjørligt, fer kommunan at skipa fyri einum fundi afturat, og tá verða tað tey ungu, sum skulu hoyrast, tí tað er av størsta týdningi at fyrireika hesa verkætlan væl, um hon skal eydnast væl. Tað er umráðandi, at allir partar siga sína hugsan. Nær og hvar fundurin verður, verður lýst seinni.


Fjøltáttað tilboð til ungdómin

Í Klaksvík eru fleiri feløg, sum beinleiðis venda sær til børn og ung, og gera øll hesi eitt stórt arbeiði, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin í býnum. Hetta hevur stórt virði fyri okkum øll, og eiga tit stóra tøkk uppiborna fyri tað arbeiðið tit gera. Mín vón er, at øll hesi tilboð, saman við tí ungdómshúsi, ið kommunan fer at taka stig til, fer at gera Klaksvík til ein bý, har ungdómurin trívist.

At enda fari eg at nýta høvið at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.