Klaksvík: Meiningarnar og hugskotini vóru nógv, tá Klaksvíkar kommuna mikukvøldið bjóðaði foreldrum á fund um ungdómsviðurskiftini í býnum.
Endamálið við fundinum var at fáa foreldrini at siga sína hugsan um, hvussu tað ber til at fáa allan ungdómin í Klaksvík at trívast í býnum ? eisini tey, sum ikki brúka núverandi tilboð.
Misnøgd er millum ein part av ungdóminum í Klaksvík, sum gremur seg um vantandi tilboð.
Breið semja var millum politikarar og fundarfólk um, at kommunan ikki skal taka yvir leiklutin hjá foreldrunum. Og kommmunan skal heldur ikki syrgja fyri diskoteki til tey ungu.
Hinvegin skal kommunan royna at geva ungdómin eitt nýtt og gott tilboð í einum tilhaldsstaði.
Ongan almennan stovn
Umboð fyri Klaksvíkar kommunu høvdu smærri innlegg á fundinum, og ráðgevin hjá Rúsdrekka- og narkotikaráðnum, Carl August Arge, hevði eisini ein fyrilestur. Aftaná var kjak um ungdómsviðurskiftinin í býnum.
? Ofta verður tosað um, at almennir stovnar skulu loysa allar trupulleikar í samfelagnum. Men vit hava ikki brúk fyri einum nýggjum almenni stovni fyri at loysa trupulleikarnar við ungdóminum. Foreldur, ung og politikarar skulu samstarva fyri at fáa nakað gott burturúr, segði Eyðgunn Samuelsen, sum er forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar kommunu, í sínum innleggi.
? Hetta eru broytingartíðir, samfelagið broytist, vit verða undirdíkt í upplýsingum úr øllum ættum, og tey ungu skulu gera nógv val. Tað ræður um hjá okkum at fóta okkum í hesum nýggju tíðum, segði hon.
Einki ítøkiligt
Forkvinnan í mentanarnevndini greiddi frá, hvat Klaksvíkar kommuna hevur arbeitt við seinastu tíðina, men tað var lítið ítøkiligt at frætta um hetta. Talan hevur verið um at gera ungdómshús í býnum, men hendan ætlanin er ongan veg komin enn.
? Vit hava fingið tey ráð, at tað ræður um at taka sær góða tíð at fyrireika eitt ungdómshús, tí tað er sera umráðandi at fáa góða byrjan. Eru tað trupulleikar at byrja við, so ber tað næstan ikki til at koma afturum aftur, segði Jórun Høgnesen.
? Vit vilja hava øll góð hugskot ? bæði frá foreldrum og frá ungum ? so vit kunnu gera eitt ungdómshús, sum kann virka, og sum tey ungu fáa gleði av, segði hon.
Klaksvíkar kommuna ætlar í næstum at seta eitt fólk at orða ein ungdómspolitikk, og hetta fólkið skal eisini fáa ungdómshúsið at virka.
Eingin kommunalur dansur
Kjakið á fundinum var konstruktivt og positivt. Fólk vóru á einum máli um, at kommunan skal taka stig til at gera ungdómshús, men tey hildu somuleiðis, at tey ungu mugu takast við upp á ráð.
Kjakið fór eina løtu frá ungdómshúsi og til dansistað til tey ungu. Summi fundarfólk hildu, at kommunan skuldi verða við til at loysa tann trupulleikan, so tey ungu undir 18 ár aftur fingu eitt dansistað í býnum.
Umboðini fyri Klaksvíkar kommunu vóru samd um, at kommunan fer ikki at skipa fyri dansi í býnum, men tað kundi koma upp á tal, at kommunan kundi hjálpa til á onkran hátt.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, legði eins og ráðgevin hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum stóran dent á, at kommunan skal ikki taka yvir leiklutin hjá foreldrunum, og at tað er umráðandi at foreldur eru við til at fáa tey ungu at trívast.
Klaksvíkar kommuna ætlar nú at kalla ungfólk saman fyri at hoyra teirra hugsan um eitt ungdómshús í býnum.