Klokkan 10 setti tingformðurin, Jógvan á Lakjuni, fimta ungdómstingið, sum er annaðhvørt ár síðani 2006.
Jógvan á Lakjuni nýtti høvið at siga nøkur orð um tingarbeiðið og nevndi, at ungdómsting var hildið á fyrsta sinni í 2006, og síðani hevur ungdómsting verið annað hvørt ár.
12 uppskot skulu til viðgerðar hesar báðar dagarnar, ungdómstingið varar.
32 næmingar frá trimum skúlum manna ungdómstingið hesaferð, og teir koma frá Eysturskúlanum, Nám X, Venjingarskúlanum og Tvøroyrar Skúla.
Tey 12 uppskotini umfata trý um fólkaskúlan, tvey um ferðslu, eitt um innflutning og sølu av rúsdrekka, eitt um frukt og grønmeti í skúlunum, eitt um retorikk í framhaldsdeildunum, eitt um frádrátt til ung á øllum samferðsluøkjum, eitt um heimsátrúnað, endurskoðan av tingmannalønunum og yvirtøka av politi og ákæruvaldi.
Framløga verður nú fyrrapartin, og eftir døgurða verða nevndarviðgerðirnar. Klokkan 15 vitja politisku ungdómsfeløgini. og dagurin endar klokkan 16.
Tingfundur verður so aftur í morgin, tá byrjað verður klokkan 10, tá álit verða løgd fram. Klokkan 13.30 verða ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk.