Ungt virki á ferð

Í vikuni sýna bólkarnir, ið luttaka í Ungt virki sína verkætlan fram í nýggja handilsmiðdeplinum í Havn, Miðlon.

Verkætlanin Ungt virki er á hvørjum ári skipað sum ein kapping, har næmingar á Handilsskúlanum í Havn og á Kambsdali royna at skapa besta hugskotið um til eina spildurnýggja fyritøku. Bólkarnir, sum luttaka í kappingini í ár, sýna síni hugskot fram í hesi vikuni í nýggja handilsmiðdeplinum Miðlon í Havn.
 
Nógv áhugavert er at síggja á framsýningini hjá næmingunum í handilsmiðdeplinum. Eitt nú beltir, ið eru tilevnað úr gomlum slipsum, prýðislutir, nýtt føroyskt sjampo og sonevndar føroyskar vísorðakøkur, ið eru sprotnar úr teimum vælkendu køkunum  fortune cookies. Somuleiðis hava nakrir næmingar úr Handilsskúlanum á Kambsdali tilevnað eitt føroysk borðspæl, Landsstríð, ið minnur nógv um væl umtókta borðspælið Risk.
 
- Spælibrettið er eitt landkort av Føroyum, men annars er spælihátturin júst tann sami, sum í Risk. Vit ætla at selja spælið í summar og hava bílagt 2500 eintøk. Henda verkætlanin hevur verið spennandi, stuttlig og lærurík.
 
Næmingarnar, Sosialurin hitti í Miðlon á miðdegi, vóru sera spentir til leygardagin, tí tá verður vinnarin av kappingini kunngjørdur. Í fjør vunnu næmingar á Kambsdali kappingina við hugskotinum til heimasíðuna www.ung.fo.
Vinnarin av kappingini skal luttaka í tveimum altjóða kappingum: - Dansk Industri, ið verður 21.-22. apríl, og Young Enterprise Europe, sum verður seinni í summar.