Fótbóltur
Hetta varð úrslitið, tá UEFA í november mánaði kastaði lut um, hvussu ungdómslandsliðini skuldu dystast í komandi EM-undankapping.
Jógvan Martin Olsen er venjari hjá føroyska U-18 landsliðnum, og hevur harumframt ábyrgd av landsliðsarbeiðinum hjá FSF, tá talan er um yngri landsliðini.
Sterk mótstøða
Hóast talan at síggja til ikki er um heilt so sterk lið, sum U-18 lið okkara hevði í ár, har Italia og Ongland taldust millum mótstøðuliðini, so heldur Jógvan Martin ikki, at uppgávan nú verður munandi lættari.
- Tað er greitt, at talan verður neyvan um sterkari mótstøðu, men tað verður ein stórur biti kortini, heldur hann.
Um dystirnar hjá U-18 liðnum, sigur hann, at talan her um javnt sterk lið. Serliga rokni eg við, at grikska liðið er sterkt, og Slovenia hevur vanliga góð ungdómslið heldur hann. Skotlandi hevur føroyska liðið roynt seg ímóti, tá talan var um U-16 landsliðið, og tá vístu teir seg í øllum førum at vera sterkir, sigur venjarin.
- Tað er sum so líka mikið, hvørji lið vit hitta, tí vanliga eru flestu tjóðirnar javnt sterkar. Tað eru kanska Frakland og Portugal, sum skilja seg serliga út, men annars vil talan altíð vera um sterk mótstøðulið fyri okkara viðkomandi, heldur hann.
Hinvegin dylir hann heldur ikki fyri, at júst U-18 árgangurin er ein hin sterkasti, sum vit eiga.
Hann vísir á, at leikararnir nú eru um at hava hampuliga nógvar altjóða dystir á baki, og at hesar royndir eru viðvirkandi til, at liðið roynist alsamt betri á vøllinum.
Nakað annað er eisini tann sannroynd, at fleiri av leikarunum longu nú hava royndir frá bestu heimligu deildini. Hann vísir her á leikarar so sum Jón Róa Jacobsen, Jann Inga Petersen, Kristian á Lakjuni (fyribils givin), Hjalgrím Elttør og Símun Joensen. Alt annað líka heldur hann, at hetta átti at verið til at ment leikararnar enn meira.
Nýtt lið
Um vánirnar fyri dystirnar hjá U-16 liðnum, sigur Jógvan Martin, at eisini hjá teimum verður trupult.
Hetta er fyrsta veruliga stigið í landsliðsfótbólti, og tí skal venjarin at kalla seta eitt nýtt lið saman út frá teimum leikarum, sum framvegis eru eftir frá liðnum í ár, sigur Jógvan Martin. Føroyingar hava eisini U-14 landslið, men hetta hevur ikki roynt seg í veruligari altjóða kapping, tó at hetta eisini er við til at geva leikarunum royndir.
Uttan at kenna stórvegis til mótstøðuliðini, sum her eru Sveis og Wales, so roknar venjarin eisini her við, at talan verður um truplar uppgávur.
Gongur framá
Um føroyska ungdómsfótbóltin sum heild, er Jógvan Martin Olsen annars av teirri fatan, at tað gongur støðugt fram á hjá føroysku liðunum.
- Serliga tað tað leikararnir tora at spæla, sum er stóri munurin nú í mun til støðuni fyri fáum árum síðani.
Spurdur um tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn føroyingar skapa eina sensatión við yngru liðunum, sigur hann, at tað er hann vísur í.
- Í nógvum førum hava vit havt sera gott tak á hinum londunum, men so hava persónlig mistøk viðført at liðið verður revsað. Vit eiga tó altíð at seta okkum sum mál at skapa okkurt óvæntað úrslit, og eg ivist ikki i, at hetta fer at koma, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.