Tað var ein ungur maður, Fríbjartur Dahl-Olsen, sum stutt fyri jól tók við formanspostinum í nýstovnaða manningarfelagnum hjá teimum, sum sigla við teimum smáu trolbátunum. Nývaldi formaðurin er 30 ára gamal og útbúgvin skipsførari. Hann siglir við trolbátinum, Skálafossi, sum er heimahoyrandi í Vestmanna.
Men, Fríbjartur Dahl-Olsen er ikki óroyndur í hesi vinnu.
- Pápi mín, Aksel Dahl-Olsen, átti trolbátin Vesturfarið, og hann er nú skipari á trolbátinum, Búgvanum. Við tað, at pápi hevði trolbát, var eg heilt frá smádrongi nógv umborð hjá honum, sigur ungi maðurin, sum eisini fegnast um góðu gongdina, sum hesin skipabólkur hevur havt seinastu tíðina.
Men, samstundis minnir hann politisku myndugleikarnar á, at eingin meining er í áhaldandi at skerja veiðimøguleikarnar hjá hesum lítla skipabólki, sum frammanundan er so nógv skerdur gjøgnum árini. Hann minnir myndugleikarnar á, at í flestu trolbátum, sum eru í dag, liggja fleiri samanløgd loyvi.
Fríbjartur Dahl-Olsen sigur, at hesin skipabólkur gjøgnum árini hevur roynt at tillagað seg broyttar umstøður og skerdar veiðimøguleikar, og tí sigur formaðurin í nýggja manningarfelagnum seg vóna, at hesin parturin av flotanum, sum nú er vorðin so lítil, frameftir sleppur at virka við tí dagatali, sum bólkurin hevur.
- Tað eru mest tilkomnir menn, kanska um 60-ára aldur, sum eru við hesum bátum, og her hevur lítil og eingin tilgongd verið í fleiri ár. Tað er ikki fyrr enn nú, tað gongur betri, at yngri menn aftur byrja at vísa hesum parti av flotanum ávísan áhuga., leggur hann aftrat.