Uni Arge er á veg til Íslands

Fótbóltur: Tosar um samstarv við Leiftur, har Páll Guðlaugsson skal vera venjari komandi ár

Tað sær ikki mætari út, enn at Páll Guðlaugsson komandi summar fer at hava minst tríggjar føroyskar landsliðsspælarar á meistarafloksliðnum Leifti í Íslandi, sum hann fer at venja eftir nýggjár. Leygardagin vistu vit at siga, at tað er nógv, sum talar fyri, at Jens Martin Knudsen og Øssur Hansen fara at royna fótbóltseydnuna í Íslandi, og í dag kunnu vit leggja afturat, at Uni Arge tosar við íslendska felagið um samstarv nakrar mánar komandi summar:

? Íslendingarnir hava vent sær til mín ígjøgnum Páll Guðlaugsson. Eg fari niður aftur á journalistskúlan í Aarhus 1. februar. Tað vísir seg, at komandi summar verður summarfrítíðin frá 1. juni og til 1. septembur, og eg eri hugaður fyri at royna fótbóltseydnuna í Íslandi teir tríggjar mánarnar, sum eg havi frí frá skúlanum, sigur Uni Arge.

Og so undirstrikar hann:

? Men einki er endaliga er komið uppá pláss enn, og so leingi sum sáttmáli ikki er orðaður og originalum líki undirskrivaður, er tað ikki víst, at hetta verður til nakað. Eg havi fingið eitt útkast til samstarvsavtalu frá teimum. Tað sær ikki órímuligt út, men eg havi gjørt nakrar viðmerkingar til tað og í dag fari eg at senda teimum viðmerkingarnar, og so fáa vit at síggja, hvat teir siga, men eg haldi ikki, at tað ber til at siga, at tað er nakað serligt, sum skilur okkum. Um og nær hetta endaliga kann koma uppá pláss, veldst um hvat teir siga til tað, sum eg í dag fari at senda teimum.


Barnadreymurin

Verður tú ríkur, um tað verður til ein sáttmála við íslendska felagið?

? Eg vil siga tað soleiðis, at sambært uppskotinum frá íslendingum, so fari eg at tjena meiri uppá at spæla fótbólt, enn eg havi gjørt higartil. Men tað skal ikki so nógv til at røkka so langt.

? Eg síggi hetta eisini sum eitt gylt høvi á fleiri øðrum økjum. Allir fótbóltsspælarar hava ivaleyst frá barnaárunum ein dreym um at liva av at spæla fótbólt, og tá møguleikin nú er har hjá mær at liva av tí í tríggjar mánar, so er tað sjálvandi freistandi at taka av. Tað er gott við nýggjum avbjóðingum.

Og vit kunnu leggja afturat, at Uni Arge hevur vunnið alt tað í Føroyum, sum tað ber til at vinna. Hann hevur tvær ferðir verið á HB liðnum, sum hevur vunnið FM, steypakappingina hevur hann vunnið fleiri ferðir, og hann hevur verið toppskjútti í landskappingini tvær ferðir.

? Mær dámar væl Ísland, og tað er ein gamal dreymur at læra málið. Tá alt hetta kann røkkast um eina leið, so er tað sjálvsagt freistandi at taka av.


Skal venja í Aarhus

Íslendska landskappingin byrjar um hálvan mei, og so verður spælt út í eitt til umleið hálvan septembur. Uni Arge er greiður yvir, at hann skal gera nógv við fyrireikingarnar, meðan hann verður í Danmark:

? Í 1994 vandi eg í nakrar mánar í Skovbakken, sum spældi í danmarksseriuni. Eg havi ikki tikið avgerð um, hvar leiðin liggur í februar, men ein møguleiki er Aarhus Fremad, hvørs besta lið er í superliguni. Ein av álopsmonnunum hjá teimum eitur Frank Krogdal. Honum spældi eg saman við í Skovbakken.

Men hvat nú, um tað eydnast tær at fáa pláss á besta liðnum í Aarhus Fremad?

? So komi eg í eina tvístøðu. Men í fyrstu atløgu má eg rokna við tí fuglinum, sum eftir øllum at døma fer at sita í hondini heilt skjótt. Tað ber ikki til at leggja ætlanir við tí, sum so at siga situr á takinum ella kanska flýgur uppi í luftini.


Gamal kenningur

Uni Arge hevur eina ferð spælt ímót Leifti. Tað var í mei mánað í ár. Leiftur var á venjingarlegu á Svangaskarði, og teir spældu ímóti HB í Gundadali. Íslendingarnir vunnu 4-3, og Uni Arge skoraði øll málini hjá HB.

? Fyrstu løtuna fingu teir tvey mál, men so fótaðu vit okkum og vandu okkum við ferðina hjá teimum, og vit komu framum 3-2, áðrenn teir síðstu løtuna fingu tvey mál afturat. Royndirnar frá tí ferðina gera, at eg eri sannførdur um, at føroyskir spælarar væl kunnu standa seg í bestu íslendsku deildini. Sjálvandi skalt tú gera nógv við tað, men tað ætli eg mær at gera. Men fyrst má avtalan koma uppá pláss, endar toppskjúttin í Føroyum í 1997, sum eftir øllum at døma ikki fer at hjálpa HB komandi kappingarár.