Uni fegin um hjálpina

Tað var ein sera fegin Uni Rasmussen, sum í dag fekk 11 ára gamla førarahund sín aftur

Uni Rasmussen heilsar øllum, sum hava hjálpt, Atlantsflog og øllum hjálparfólkum - og er sum vera man sera fegin um aftur at hava fingið hundin.

Ein førarahundur er nógv verdur ? sjálvandi sum hjálpari hjá tí blinda, men umframt at hann kostar nógvar pengar, so skal eisini mikil venjing til at fáa ein slíkan hund til góðan hjálpara.

Sørin Djurhuus, sløkkiliðsleiðari hjá Eysturkommunu, er eisini sera fegin um alla hjálpina.

- Eg vil fegin takka øllum, sum hava hjálpt: Klaksvíkar Sløkkiliði, Fuglafjarðar Sløkkiliði, øllum í okkara sløkkiliði í Eysturkommunu, Runavíkar Sløkkiliði, Norðoya Bjargingarfelag, Eysturoyar Eystara Bjargingarfelag og Atlantsflog, sigur Sørin Djurhuus.