Uni hóttir nú av álvara Toda

Landsliðsvenjarin virðismetir dygdirnar at vera á rætta plássinum røttu løtuna, og hann heldur at málið hjá Øssuri Hansen kann sammetast við øll tey, sum eru at síggja í útlendsku sjónvarps rásunum

Uni Arge skoraði fyrra málið sunnudagin, og nú er hann rættuliga farin at hótta støðuna hjá Toda Jónsson sum toppskjútti á føroyska liðnum. Todi Jónsson hevur skorað níggju mál. Hann skoraði seinast, tá landsliðið á venjingarleguni í Spania fyrst í árinum tapti 3?2 ímóti Íslandi. Uni Arge hevur skorað sjey mál. Hann hevur skorað eitt annað mál í ár. Tað var tá Føroyar 26. apríl vunnu 1?0 í Liktinstein. Ta ferðina var Uni Arge ikki ímillum teir fyrstu ellivu, men hann kom á vøllin í 2. hálvleiki.

Allan Simonsen hevur ofta havt Una Arge sitandi á beinkinum inntil í 2. hálvleiki. Tær seinastu ferðirnar hevur hann verið við frá fyrsta bríksli, og sunnudagin var tað ein av fáu ferðunum, at Uni hevur spælt allar 90 minuttirnar.

? Eg havi sagt tað við Una, at eg vildi ynskt, at hann hevur lyndi til viðhvørt at hvørva úr spælinum eina fitta løtu. Men eg veit, at Uni hevur sera góð evni at vera á rætta staðnum røttu løtuna. Tað eru málini, sum telja, og tað er týdningarmikið at hava spælarar á liðnum, sum aftur og aftur skora. Fyri stuttum var eg í Íslandi og hugdi at føroysku landsliðsmonnunum, og tá fekk eg staðfest, at Uni Arge, sum eisini skoraði ta ferðina, er væl fyri.

Øssur Hansen javnaði sunnudagin til 2?2 við einum meistarligum frísparki. Allan Simonsen var ikki so ovfarin av, at bólturin fór í málið:

? Hatta er spesialiteturin hjá Øssuri. Ímóti Danmark var hann óheppin, tá hann úr somu støðu sendi fríspark upp um manngarðin og niður innanfyri stólparótina. Tíverri fyri okkum megnaði Peter Schmeichel akkurát at bjarga. Hesa ferð sat bólturin høgt í málinum, og tað kom væl við. Málið var av einum sovornum klassa, at tað væl tolir at verða sammett við frísparksmálini, sum aftur og aftur eru at síggja á ymsu sjónvarpsrásunum, heldur landsliðsvenjarin.

Øssur Hansen hevur eina ferð áður verið málskjútti á landsliðnum. Ta ferðina var eisini talan um ein deyðbólt. Øssur skoraði upp á brotsspark niðri á Malta 30. apríl í 1997.

? Øssur er væl fyri. Hann er ein av mest eyðsýndu spælarunum í føroysku landskappingini, og tað sást aftur á landsliðnum, at hann hevur stórt sjálvsálit, sigur Allan Simonsen.

Føroyska landsliðið hevur í 68 altjóða skrásettum landsdystum skorað 42 mál. Merkisvert er tað, at í trimum teimum síðstu dystunum á Svangaskarði hevur landsliðið skorað fimm mál.

jh


Myndatekstur

Uni Arge er nú av álvara farin at hótta Toda Jónsson, sum annars hevur verið toppskjútti hjá føroyingum í altjóða høpi

Mynd: Álvur Haraldsen