Unik - nýggjur mótahadil í Havn

Enn ein mótahandil lat upp í Havn í gjár

Í gjár lótu tær báðar - Heidi Vestergaard og Krista Nielsen upp nýggjan mótahandil til kvinnur - Unik - í Bøkjarabrekku, har Madame L fyrr helt til.

Krista og Heidi eru báðar útbúgvnar sjúkrasystrar og arbeiða sum slíkar í løtuni. Men tær høvdu hug at royna okkurt annað.

? Vit byrjaðu fyrireikingarnar í januar og nú hava vit latið upp, so tað hevur gingið gott.

Vørurnar, sum verða at fáa í handlinum verða fyrst og fremst av merkinum InWear, sum er eitt kent danskt merki.

? Men vit fara eisini at selja onnur og bíligari merki, sigur Krista og heldur fram:

? So har verður okkurt til ein og hvønn.

Hvør skal so taka sær av handlinum?

? Heidi steðgar sum sjúkrasystir og tí verður tað hon sum dagliga kemur at taka sær av handlinum. Sjálv fari eg í fyrsta umfari at halda áfram við at arbeiða og so arbeiða her í frítíðini.

Hvussu hevur fyrsti dagurin gingið?

? Stak væl. Nógv fólk hava verið inni á gólvinum og vit hava eisini selt eitt sindur.

? Høvdu parkeringsumstøðurnar verið eitt sindur betri, so var als einki at finnast at, sigur hon

Upplatingartíðirnar hjá Unik eru mánadag til hósdag frá 9.00-17.30, fríggjadag frá 9.00-19.00 og leygardag frá klokkan 9.00 til 14.00.