United aftur 7 stig á odda

Manchester United er nú aftur 7 stig frammanfyri Chelsea og Liverpool. Tá hevur United eisini spælt ein dyst færri, enn nærmastu kappingarneytarnir.

 

Manchester United vann 2-1 á Newcastle á St. James Park í Newcastle. Danski Peter Løvenkrands legði The Toon Army á odda tá 9 minuttir vóru spældir, men longu 10 minuttir seinni javnaði Wayne Rooney til 1-1. Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdist Dimitar Berbatov match-vinnari, tá hann skoraði til 2-1 til Manchester United.

 

Aston Villa misti tvey týdningarmikil stig í kappingini um at enda millum fýra tey ovastu liðini í Premier League. Aston Villa tapti 0-2 ímóti Manchester City á útivølli.

Á White Hart Lane var frøin stór, tá Robbie Keane legði Tottenham á odda 1-0 ímóti Middlesbrough. Bæði Keane og Spurs høvdu hart brúk fyri tí málinum, og var endin, at Tottenham vann heili 4-0.

 

Úrslitini í kvøld :

 

Blackburn - Everton 0-0

 

Fulham - Hull 0-1 (0-0)

 

0-1 Manucho (90. min)

 

Manchester City - Aston Villa 2-0 (1-0)

 

1-0 Elano (24. min)

2-0 Wright Phillips (89. min)

 

Newcastle - Manchester United 1-2 (1-1)

 

1-0 Løvenkrands (9. min)

1-1 Rooney (20. min)

1-2 Berbatov (56. min)

 

Tottenham - Middlesbrough 4-0 (3-0)

 

1-0 Keane (9. min)

2-0 Pavlyochenko (14. min)

3-0 Lennon (40. min)

4-0 Lennon (79. min)

 

Wigan - West Ham 0-1 (0-1)

 

0-1 Cole (34. min)

 

Stoke - Bolton 2-0 (1-0)

 

Beattie (14. min)

Fuller (73. min)