United fingið góð tíðindi um Vidic

United fekk seinnapartin í gjár, at vita frá læknunum, at verjuleikari teirra »bert« verður vekk í upp til trýggjar vikur. Hetta kemur væl við, orsakað av at tað upprunaliga var væntað, at Vidic fór at vera vekk restina av kappingarárinum.

 

Nemanja Vidic hevur saman við Rio Ferdinand, verið høvuðsorsøkin aftanfyri góðu gongdina hjá Reyðu Djevlunum, seinastu tvey árini, sjálvandi væl hjálptir eisini, av væl leikandi Cristiano Ronaldo. Men sum kunnugt, so byrjar grundarlagið aftanfyri hvønn eiunstakan sigur, í verjuni.

 

Vidic bleiv skaddur, tá hann seint í dystinum í Rom, týskvøldið, leyp upp fyri at beina bóltinum burtur, lendi heldur óheppið á strektum beini, og vinstra knæð tók tá somikið av einum stoyti, at hann var útskiftur alt fyri eitt. Dystin vann United annars 2-0, og hava sera góðar fortreytir fyri at koma víðari til hálvfinalurnar í Champions League kappingini.

 

Í tíðina, Vidic væntandi verður burtur, skal United spæla Premier League dystir móti Middlesbrough og Arsenal, umframt at teir hava returdystin á Old Trafford móti Roma, har teir skulu royna at vinna sær luttøku til hálvfinalurnar í Champions League. Skuldi United megnað at komið víðari til hálvfinalurnar, skuldi Vidic væntandi verið klárur tá.