United nærkast trimum monnum

Manchester Uniter er tilreiðar at brúka 70 milliónir pund upp á trýggjar nýggjar mans

Sambært bretska blaðnum, The Times, so er lagt upp til, at stór leikaraútskifting verður í hópinum hjá Manchester United í summar. Í dag skrivar blaðið, at United er tilreiðar at fylla innkeypsvognin við trimum nýggjum monnum, ið væntandi fara at kosta umleið 70 milliónir pund.

 

The Times sigur seg vita, at Nathaniel Clyne, Mats Hummels og Memphis Depay allir nærkast einari undirskrift við enska stórfelagnum. 

 

Nathaniel Clyne er høgri bakkur, og hevur hann av álvara fingið sítt gjøgnumbrot hjá Southampton í ár. Millum annað hevur hann spælt sínar fyrstu landsliðsdystir hetta kappingarárið. Leikarin ynskir at spæla Champions League, nakað, sum Southampton ikki kann bjóða, og samstundis sum, at United ikki tykist at hava ein fastan mann á høgra bakki og liggur til at skula spæla í Champions League komandi kappingarár, so skuldi verið væl møguligt, at Clyne verður reyður aftaná summarsteðgin.

Støðan er tann sama hjá týska heimsmeistaranum, Mats Hummels. Tað hevur gingið av skriðuni hjá Dortmund í ár, og ongin evropeiskur fótbóltur verður á Signal Iduna Park komandi kappingarár. Eisini her eru faktorar, ið tala fyri, at ein handil kann gerast veruleiki.

Triði maðurin er bert 21 ára gamli hálendingurin, Memphis Depay, ið av álvara fekk sítt gjøgnumbrot í HM-endaspælinum í Brasilia í fjør. Leikarin hevur fyrr arbeitt undir Louis van Gaal, sum longu hevur fleiri niðurlendskar leikarar í hópi sínum.

 

The Times sigur seg eisini vita, at United ætlar at beina heili 10 leikarar burtur í flytingarvindeyganum í summar. Av hesum 10 eru menn sum Rafael, Nani, Jonny Evans og danski Anders Lindegaard í rúgvuni.