Tað gekk soleiðis, sum tað kundi roknast við, tá ið sjey dystir í 17. umfari í Onglandi vóru á skránni í dag. Tíðliga seinnapartin lyfti Liverpool seg heilt upp á toppin við 3-1 heimasigri á Cardiff. Liverpool verður ovast í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið Arsenal fær vitjan av Chelsea.
Millum hinar favorittarnar í dag vóru tey bæði stóru feløgini í Manchester. United vann 3-1 á heimavølli ímóti West Ham. Eingin ivi var um sigurin, tí støðan í hálvleikinum var 2-0, og United var frammanfyri 3-0, áðrenn West Ham minkaði um munin.
Hjá Manchester City endaði tað við 4-2 sigri á útivølli ímóti Fulham, men eina løtu stóð nógv á hjá favorittunum. Einki bendi á trupulleikar, tá ið City stutt undan steðginum skoraði til 2-0, men Fulham reisti seg, og tá ið City verjuspælarin Vincent Kompany gjørdi sjálvmál í 69. minutti, varð tað heilt spennandi. Tólv minuttir undan leikloki skoraði Jesus Navas fyri City, og sjey minuttir undan dystarloki staðfesti James Milner sigurin.
Kappingin hevur higartil verið góð hjá Newcastle, og aftur í dag gekk tað væl. Úrslitið á útivølli ímóti Crystal Palace var 3-0, og tað ber við sær, at Newcastle er á sætta plássi.
Í dag
Liverpool-Cardiff 3-1
WBA-Hull 1-1
Sunderland-Norwich 0-0
Stoke-Aston Villa 2-1
Manchester United-West Ham 3-1
Fulham-Manchester City 2-4
Crystal Palace-Newcastle 0-3
Í morgin
Southampton-Tottenham kl. 13.30
Swansea-Everton kl. 16.00
Mánadagin
Arsenal-Chelsea kl. 20.00
Liverpool 36, Manchester City og Arsenal 35, Chelsea 33, Everton 31, Newcastle 30, Manchester United 28, Tottenham 27, Southampton 24, Stoke 21, Swansea og Hull 20, Aston Villa og Norwich 19, Cardiff 17, WBA 16, West Ham 14, Crystal Palace og Fulham 13 og Sunderland 10.