United og Liverpool

Maria og Tórstein Madsen í Kvívík halda við hvør sínum liði í ensku Premier League. Hoyr fótbóltsprát við hjúnini á Rás2 klokkan 16:05 seinnapartin. Hjúnini úr Kvívík hava hvør sítt lið í Premier League. 83 ára gamla Maria og 89 ára gamli Tórstein Madsen hava bæði stóran áhuga fyri enskum fótbólti.

Hennara lið er Manchester United ? hansara er Liverpool.

Tey bæði eru við í sendingini RadioActiv, sum verður at hoyra á Rás2 klokkan 16:05 seinnapartin. Tá fara vertirnir, Heri Simonsen og Niels Petersen, at práta við hjúnini um enskan fótbólt, og hvør veit um ikki prátið eisini kemur inn á páskadystin á Old Trafford millum júst Manchester United og Liverpool.

Rás2 klokkan 1605 seinnapartin.