United rennur undan

Wayne Rooney skoraði tvey mál, tá Manchester United legði seg sjey stig á odda. Liverpool var á odda 2-0, men fingu bara eitt stig við heim av Emirates leikvøllinum.

 

Manchester United fekk ein skelk í heimadystinum móti Southampton, tá Jay Rodriguez fekk fatur á nøkrum sum líktist eini afturlegging, og prikaði bóltin framvið David De Gea. Tað gingu bara fimm minuttir, so var Wayne Rooney leysur og skoraði.

 

Aftaná ein hálvan tíma kom Manchester United so á odda, tá Patrice Evra stútaði eitt innlegg upp á tvørs til ein púra leysan Wayne Rooney, sum stútaði bóltin í málið.

 

Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Manchester United er einasta av toppliðnum, sum hevur vunnið í vikuni.

 

Á Emirates leikvøllinum tók Arsenal móti Liverpool. Gestirnir komu væl frá byrjan, tá bólturin í aðru atløgu endaði hjá Luis Suarez, sum legði Liverpool á odda. Arsenal trýsti restina av hálvleikinum, meðan Liverpool spældi upp á skjótálop.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki økti Jordan Henderson, men bara sjey minuttir seinni var javnleikur. Fyrst minkaði Oliver Giroud eftir frísparksinnlegg, og so meddaði Theo Walcott til úr spískum. Bæði Arsenal og Liverpool høvdu stórar møguleikar at vinna dystin, men tað endaði við javnleiki.

 

Chelsea var á odda 2-0 til tríggir minuttir restaðu í av vanligar leiktíð, men fekk bara eitt stig í útidystinum móti Reading. Gareth Bale tryggjaði Tottenham eitt stig á útivølli móti Norwich, tá hann javnaði stutt fyri tíð, eftir eitt einmansavrik frá skjóta vonginum.

 

Manchester United er nú sjey stig fremst í Premier League.

 

Premier League:

Arsenal – Liverpool 2-2

Everton – WBA 2-1

Norwich – Tottenham 1-1

Fulham – West Ham 3-1

Manchester United – Southampton 2-1

Reading – Chelsea 2-2