United vann Liga Cup

Manchester United hevur vunnið ensku liga cup kappingina fyri triðju ferð í søgu felagsins. Leikliga var talan um eina góða finalu. Málleyst var aftaná spæl í 120 minuttir. Bæði í vanligu og longdu leiktíðini vóru málmøguleikar til bæði liðini, men hvørki liðið hevði neyðugu eydnuna til at koppa dystin til sín fyrimun. Aaron Lennon og Darren Bent hjá Tottenham høvdu stórar málmøguleikar, sum ungi frálíki United-málverjin, Ben Foster bjargaði. United hevði eisini væl av møguleikum, tann størsti fall tá Christiano Ronaldo rakti stongina, tá 91 minuttir vóru farnir.

 

Neyðugt var við brotssparkskapping, og her hilnaðist illa hjá Tottenham. Ryan Giggs, Nani, Christiano Ronaldo og Anderson gjørdu reint borð. Ben Foster bjargaði skotinum hjá Jamie O´Hara, og David Bentley skeyt við síðunnar av málinum. Tað var bert kroatiski spælarin, Modric, sum skoraði fyri Tottenham, og Manchester United vann sostatt 4-1.

 

Manchester United hevur nú vunnið HM fyri felagslið og Liga Cup kappingina, og hava teir enn møguleikan at vinna Premier League, FA Cup og Champions League í hesum kappingarárinum.