United vann týðandi oddadyst á útivølli

Hóast Paul Pogba varð útvístur við beinleiðis reyðum korti, eydnaðist tað Manchester United at vinna trupla útidystin móti Arsenal

Manchester United er næsti avbjóðari hjá Manchester City í oddinum av Premier League. Tað staðfesti reyða Manchester-felagið enn einaferð í dag, tá Manchester United vann trupla útidystin móti Arsenal 3-1.

 

Manchester United hevur annars verið fyri stórum atfinningum hetta kappingarárið, tí liðið ímóti øllum teimum stóru hevur havt eitt ógvuliga defensivt útgangsstøði. Tí var tað óvæntað, at Manchester United frá byrjan av móti Arsenal legði høgt trýst á heimaliðið. Eisini hevur Manchester United verið fyri stórum atfinningum fyri at hava fingið ov fá stig móti hinum oddaliðunum.

 

Taktiska uppleggið hjá José Mourinho eydnaðist eisini væl, tí longu tá 12 minuttir vóru farnir var Manchester United á odda 2-0. Antonio Valencia legði Manchester United á odda, og lítla løtu seinni økti Jesse Lingard.

 

Sum dysturin leið, legði Arsenal størri og størri trýst á, og beint eftir hálvleik eydnaðist tað Arsenal at minka um munin. Men ein hálvan tíma fyri leiklok eydnaðist tað Manchester United at økja um munin, tá Jesse Lingard eftir frálíkt upplegg frá Paul Pogba skoraði fyri aðru ferð.

 

Eitt korter fyri leiklok varð Manchester United undirmannað, tá Paul Pogba sá beinleiðis reytt kort fyri takkling móti Hector Bellerin. Reyða kortið ber við sær, at Paul Pogba verður leikbannaður í grannauppgerðini móti Manchester City.

 

Við sigrinum er Manchester United nú fimm stig aftanfyri Manchester City, sum er topplið. Manchester City hevur spælt ein dyst færri enn United. Manchester City fær í morgin vitjan av West Ham, sum í løtuni er undir niðurflytingarstrikuni.

 

Arsenal – Manchester United 1-3 (0-2)

0-1 Antonio Valencia, 4.

0-2 Jesse Lingard, 11.

1-2 Alexandre Lacazette, 49.

1-3 Jesse Lingard, 63.