Heini í Skorini
United Voices er eitt kór, sum í løtuni er í stórari menning, og tað gerst alsamt betri og betri umtókt í okkara landi. Frá tí at kórið fyrstu ferð var á palli í 1997 og til tann dag í dag, eru ymiskar broytingar farnar fram, við tað at manningin er skift eitt sindur út, hóast tað enn eru fleiri, ið hava verið við líka frá byrjan. United Voices hevur havt konsertir kring landið við jøvnum millumbilum, og líka frá byrjan av hava altíð nógv fólk verið til teirra framførslur.
Nú verður so enn ein møguleiki hjá føroya fólki at hoyra United Voices, tí kórið fer nevniliga at hava eina konsert í kommunuskúlagarðinum á ólavsøku. Konsertin verður 28 juli frá 21.30 til klokkan 23.00. Konsertin er ókeypis, og tað er Tórshavnar Ítróttaráð ið skipar fyri.
Hava verið uttanlands
United Voices hevur júst verið uttanlands og havt konsertir, kórið var bæði í Danmark og Álandi frá 26 juni til 4 juli, og ein teirra sum hevur verið við líka frá byrjan, Linda Petersen, sigur, at ferðin og konsertirnar eydnaðust bara heilt væl. So vit kunnu vænta eitt hoyra eitt kór í góðari venjing 28 juli niðri í kommunuskúlagarðinum. United Voices hevur havt tríggjar uttanlandskonsertir, og Linda Petersen sigur, at tað verður sama framførsla á ólavsøku sum í Danmark og Álandi, og tess vegna er ikki neyðugt við so nógvari venjing upp undir konsertina, av tí at tey hava framført júst hetta so ofta. Men Linda sigur samstundis, at tey eru sera spent uppá hesa konsert, av tí at tey ongantíð fyrr hava framført á ólavsøku. United Voices fer á ólavsøku eisini at royna nýggjar leiðir, við tað at tey hava fingið ein gestasolist at framføra saman við teimum, og er tað klaksvíkingurin Torkil Mørkøre sum skal framføra tvey løg saman við kórinum. United Voices fer eisini at royna seg við øðrum bass-spælara, við tað at tann sum vanliga spælir bass er uttanlands í løtuni. So tað verður eitt United Voices við ymiskum broytingum, sum verður at hoyra á ólavsøku.
Tilsamans eru umleið 35 fólk við í kórinum, og kórleiðari er Eirikur Skála, sum eisini var við til at byrja hetta kórið í 1997.
-Syngja fyri Jesus
Sum sagt er United Voices eitt tvørkirkjuligt gospelkór, ið syngur og spælir andaligan tónleik, og sangararnir og tóneikararnir eru frá ymiskum kirkjum og samkomum kring landið. Tá eg so at enda spyrji Lindu, um tey hava nakað ávíst endamál við konsertini, er hon skjót at svara:
-Vit syngja heilt víst fyri Jesus!
Vit vóna, at vit koma at uppliva eina góða konsert niðri í kommunuskúlagarðinum 28 juli klokkan 21.30, og so er bert at vóna, at veðrið verður til vildar, og at nógv fólk fer at leita sær oman í kommunuskúlagarðin.