Unn

Spyrjandi vit aftur standa nú við eina grøv,
hví skal hendan unga blóma longu gerast støv?
Svarið fáa vit vist ikki nú, men einaferð
alt tað loynda fyri okkum opinberað er.

Vakrast tú av øllum blómum vart her fyri meg,
tolsemi og eyðmjúkleiki myndaðu tín veg.
Smílandi við blíðum lyndi gekst tú tína leið,
gleddi meg hvønn dag í tínum alt ov stutta skeið'.

Eftir eru minnini og væl tey verða goymd,
innast inn at hjartanum, so ei tey verða gloymd.
Sjálvt um løtan tung kann vera nú, so veit eg væl,
tá vit síggjast eg í ævir hjá tær verða skal.

Yrking
Sólrun og Páll