Upp í ódn fríggjadagin

DMI boðar frá sera nógvum vindi fríggjakvøldið og leygarmorgunin.

Fleiri lágtrýst og brúgvaløg við regni og vindi flyta seg komandi dagarnar inn yvir ella nærkast Føroyum.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, 10 til 13 m/s, og regn. Seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Regn, heglingur í støðum, men kanska onkrir sólglottar eisini. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum fer í ein sunnan og minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, seinni skýggjað og regn av útsynningi. Um kvøldið og náttina veksur hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, seinni útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, um 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men út á dagin ælaveður. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 6 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, út á dagin av suðri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, í støðum stormur, um 23 m/s, og í hvirlunum hvassur stormur ella ódn, 27 til 32 m/s. Sum frá líður samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, um 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 27 m/s. Út á dagin makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum 1 og 3 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin snarar í ein útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 6 stig.