Uppboðssøla, kassar og landing undir ein hatt

- Tað rætta hevði verið, um vinnan sjálv fekk eina skipan upp at standa, har uppboðssøla, kassamiðstøð og nakrar fáar landingarmiðstøðir komu undir ein hatt. Grundkapitalurin skuldi verið eitt ”klikk-gjald”, sum øll vinnan var við til at gjalda. Hetta hevði verið skilabetri enn eitt tilfeingisgjald. Afturfyri kundi vinnan tá umsitið sosialu skipaninar í vinnuni fyri tað almenna. Tá høvdu vit fingið móttøkur, sum syrgdu fyri, at góðska og hagreiðing og harvið eisini prísøking altíð var optimal, sigur vinnulívsmaður, sum Sosialurin hevur tosað við

Fiskivinna

 

Røringur er komin í um landing og sølu av fiski um ávikavist Landingarmiðstøð Føroya, sum tekur sær av landing og avgreiðslu og Fiskamarknaðin Føroya, sum tekur sær av sjálvari søluni.

Hetta er hent eftir, at útróðrarmaður herfyri segði, at landingar-og søluútreiðslur eru ov høgar í mun til tað, sum fæst fyri fiskin, nú fiskaprísirnir í longri tíð ikki hava verið serliga góðir.

Útróðrarmaðurin fýltist eisini á, at útróðrarbátar noyðast at rinda ymisk gjøld, eitt nú barsilsgjald, til almennu skipaninar.

 

Ikki rætt

Stutt eftir, at útróðrarmaðurin hevði borið fram síni sjónarmið, fekk Sosialurin viðmerkingar frá Fiskamarknaði Føroya sum segði, at útreiðslurnar til sølu ikki eru øktar, men hava verið tær somu í longri tíð, nevniliga 0,75% av søluvirðinum umframt byrjunargjald.

Tað, sum Fiskamarknaður Føroya ”gloymdi” at siga lesarunum, er, at bæði seljari og keypari rinda hvør síni 0,75% fyri handilin – ella 1,5% tilsamans.

Tann, sum keypir fiskin, leggur ivaleyst uppfyri síni keypsútreiðslu og keypir fiskin hesi 0,75% bíligari, soleiðis at tað verður útróðrar-og fiskimaðurin annars, sum rindar tvær ferðir 0,75%.

Tað er so tað.

Á hinari síðuni hevði Fiskamarknaður Føroya hug til óbeinleiðis at ”kasta” eftir Landingarmiðstøð Føroya um møguligar øktar útreiðslur fyri teir, sum landa og selja fiskin um hesa skipan.

- Er kostnaðurin fyri at sleppa av við fisk øktur, er dýrkingin ikki at finna her hjá okkum, søgdu teir á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tvey feløg

Í byrjanini og heilt fram til endan av 2004 vóru landing og søla í einum felag undir navninum Fiskamarknaður Føroya. Hin 1. januar í 2005 vórðu feløgini skild sundur, soleiðis at Landingarmiðstøð Føroya kom at standa fyri landing og avgreiðslu í hesum sambandi, meðan Fiskamarknaður Føroya bert kom at taka sær av sjálvari søluni.

Øll vóru ikki samd um rættleikan í at skilja feløgini sundur, men hildu, at feløgini undir einum betri kundu veita ta tænastu, sum á bestan hátt hevði komið vinnu og samfelagnum øllum til góðar.

- Tá Fiskamarknaður Føroya var komin, var eg ein teirra, sum mátti viðganga og byrjaði at síggja, at her lógu stórir møguleikar við eini skipan fyri alla vinnuna. Mínar royndir úr vinnuni, bæði skipa-og flakavinnuni, høvdu sagt mær, at hetta á mangan hátt hevði verið ein strævin tíð. Skipini fingu ikki avrokning frá virkjunum, menninir fingu ikki avrokning frá skipunum, og onkur útflytari var, sum avroknaði niðri í Skotlandi. Eitt kilo av fiski var ikki eitt kilo, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni.

Hetta sigur ein vinnulívsmaður, sum Sosialurin hevur tosað við, og hann heldur, at hansara navn ikki er so avgerandi í hesum sambandi.

Sjálvur er hann sannførdur um, at tað var ein skandala, sum hann tekur til, at uppboðssølan fór burtur úr skipanini við ársenda 2004.

 

Ein sparigrísur

Hann vísir á, at í staðin fyri at brúka pening til menning av skipanini í síni heild, hevur Fiskamarknaður Føroya samlað sær nógvar miljónir krónur hesi seinastu fýra árini - til at standa ímóti við, sum tað verður rópt.

- Meðan arbeiðsbyrðan á uppboðssøluni er minkað við eini 40%, tá landing og avgreiðsla av hesi fór burtur úr, tekur uppboðssølan sølan kortini 2 x 0,75% fyri søluna.

Vinnulívsmaðurin heldur onga orsøk vera hjá Fiskamarknaði Føroya at leggja sær hesar miljónir til síðis – til at standa ímóti við, tí skipanin hevur við løgtingslóg ”trygd í øllum endum og kantum”, sum hann tekur til. Men tað løgnasta er, sigur hann, at umboð fyri seljarar í Fiskamarknaði Føroya framvegis tvíhalda um henda ”sparigrís”, sum hann tekur til.

Hann vísir á, at fyri samanleggingina hevði samlaða felagið eitt sindur at standa ímóti við, tá bakkøst komu.

 

Dýrtíðararbeiði

Vinnulívsmaðurin sigur seg væl skilja støðuna og trupulleikarnar, sum Landingarmiðstøð Føroya hevur.

- Við at flyta søluna til klokkan 10 á morgni, hevur Landingarmiðstøð Føroya ikki møguleikar at skilja óskildan fisk og koma við honum á marknaðin – uttan so, at farið verður av húsum á hálvari nátt til arbeiðis, tí longu klokkan 9 skulu tølini verða klár.

Stendur fiskur frá eini fýra útróðrarbátum á gólvinum, tá fólk hjá Landingarmiðstøðini koma til arbeiðis, tekur hetta ikki langa tíð, men eru dýrir tímar til so lítið virksemi. Tá menninir so eru lidnir at skilja, noyðast teir heimaftur.

Tað var serliga húkavinnan, sum var ímóti, at feløgini vórðu skild sundur, tí mett varð, at hetta fór at ganga útyvir tænastuna og møguleikarnar at menna skipanina og fáa betri prís fyri húkaveiddan fisk.

Ein orsøk til, at feløgini vórðu skild sundur, var, at kreftir innan vinnuna vóru farnar at tosa um at seta á stovn eina aðra uppboðssølu sum alternativ til verandi. Tosað varð eisini um vantandi gjøgnumskygni, tá eitt og sama felag hevði landing og avgreiðslu umframt søluna.

Í dag hava vit eina rímiliga sterka uppboðssølu, men eina landingarmiðstøð, sum hevur sera ilt við at fáa endarnar at røkka – og teir røkka ikki, sum gongdin er.

Áður hevði uppboðssølan tvær sølur gjøgnum dagin, men nú er bert hin eina, og hon er um morgunin, sum ger tað stundum er trupult og kostnaðarmikið hjá Landingarmiðstøð Føroya at hava fisk, sum skal seljast á gólvinum, skildan og kláran til sølu.

Er fiskurin ikki skildur, tá hann verður seldur, er hugsandi, at príslegan verður tað lægri.

Móttøkan á Toftum og Klaksvík eru bygdar út fyri nógvan pening, tí krøvini hava alsamt verið veksandi, bæði frá Fiskiveiðieftirliti og Heilsufrøðiligu Starvsstovu.

 

Størri visjónir

- Ætlanin var at fara víðari við hesi skipan og fáa standardiserað nøkur grundleggjandi krøv í vinnuni, soleiðis at øll høvdu somu fyritreytir og sum elvdu til kapping, nýhugsan, góðsku-og virðisøking.

Vinnulívsmaðurin sigur, at visjónin aftanfyri var eisini, at fiskurin skuldi datamerkjast, so hvør kundi keypa til sína framleiðslu, og so nógvur fiskur sum gjørligt skuldi sjálvandi skiljast.

- Teir, sum ikki vóru við í tilgongdini fyri at skapa eina samlaða betri fiskavøru, skuldu setast á eitt síðuspor, soleiðis at jøvn og góð góðska kundi skapa áhuga hjá keyparum fyri dýrari vørunisjum og marknaðum.

Men tað, sum hendi um hetta mundið, tá útlit vóru til týdningarmiklar batar, var, at Fiskamarknaður Føroya fór í tvey feløg, tvær umsitingar, sum kundin sjálvandi noyðist at gjalda fyri.

- Landingarmiðstøðir stungu seg upp sum hundaland, og at kalla eingi krøv vóru til skipanir og góðskumenning. Úrslitið er, at eingin landingarmiðstøð ber seg, og næsta lágprísstigið verður væl, at fiskurin fer um bryggjukantin og av landinum. Áhugin at byggja upp góð amboð, sum kunnu betra um viðurskiftini og koma vinnu og samfelag til góðar, tykist vera minni enn áhugin fyri at úthola verandi skipan.

Vinnulívsmaðurin vísir á, at ein annar dýrkandi liður er Kassamiðstøðin, ið liggur sum eitt triðja kongaríki og heldur upp á kapital.

 

Undir ein hatt

- Tað rætta hevði verið, at vinnan sjálv við vælsignilsi frá tí almenna kundi fingið eina skipan upp at standa, har uppboðssøla, kassamiðstøð og nakrar fáar landingarmiðstøðir komu undir ein hatt. Grundkapitalurin skuldi verið eitt ”klikk-gjald”, sum øll vinnan var við til at gjalda. Hetta hevði verið skilabetri enn eitt áður umrøtt tilfeingisgjald. Afturfyri kundi vinnan hóskandi lovað almennu myndugleikunum, at hon sjálv skuldi umsitið sosialu skipaninar í vinnuni. Á henda hátt høvdu vit fingið móttøkur, sum syrgdu fyri, at góðska og hagreiðing og harvið eisini prísøking altíð var optimal.

Vinnulívsmaðurin vísir á, at íløgan tá hevði verið ein sjálvsagdur integreraður partur við sparingum, bæði í kapitalnýtslu og á rakstrarliga økinum. Hetta hevði verið ein uppboðssøla, har øll vinnan longu hevði goldið grundraksturin, og við eini slíkari skipan høvdu vit fingið bæði upsa og pelagisku fiskasløgini aftrat hinum øllum fiskasløgunum.

- Vit høvdu samstundis fingið eitt hagtalsgrundarlag á einum stað, ein dátugrunn og sporførisgrunn, sum vinnan og tað almenna samstarvaðu um, og hetta hevði alt verið ein nógv bíligari og betri skipan fyri vinnu og samfelag, sigur vinnulívsmaðurin, sum ikki hevur hug at vera navngivin í fyrsta umfari, nú hann fyrstu ferð kemur fram við hesum uppskoti alment.