Uppflytingin kámast so spakuliga

1. DEILD: Møguleikin at vinna beinleiðis uppflyting er seks stig burtur, nú tað eru sjey umfør eftir at kappingini

Møguleikin er ikki burtur hjá argjamonnum nú í heyst at endurvinna plássið í bestu deildini, sum AB misti fyri einum ári síðani. Men tvey tey seinastu vikuskiftini er AB ikki komið nærri heiðursmerkjaplássi og harvið beinleiðis uppflyting.

 

Í dag endaði tað 1-1, tá ið AB hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Úrslitið ber við sær, at Víkingur er næstfremst við 37 stigum, og at tað eru seks stig frá Víkingi og aftur til AB. B36 hevur eisnini 37 stig, men B36 fer mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík. FC Suðuroy er oddalið við 38 stigum og harvið stórfavorittur at vinna uppflyting.

 

Næstsíðsta leygardag vóru argjamenn vónbrotnir, tí teir taptu 3-1 á útivølli ímóti B36. Í dag var tað frægari, men tað var ikki nóg gott til at styrkja um støðuna í kappingini um uppflytingarpláss.

 

Filip í Liða, sum var á vøllinum í fyrra hálvleiki, legði AB á odda í 8. minutti. Hetta var áttanda málið hjá Filip í Liða í ár.

 

AB leiðslan helt til tíggju minuttir eftir steðgin. Tá var tað Rani Hansen, sum javnaði til 1-1. Hetta var 11. málið hjá Rana í 1. deild í ár. Saman við Fríða Holm hjá FC Suðuroy og Tijani Takubu er hann ovast á máltindinum.

 

Víkingur og AB hittast aftur 3. oktober og í 25. umfari, tá ið Víkingur fer at eiga heimavøll.

 

Leygardagin fer AB til Klaksvíkar, og tá fer Víkingur til Vágs at spæla toppdyst ímóti FC Suðuroy.