– Tilfeingisgjaldið er eitt uppfunnið tal, tí pengar mangla í landskassanum. So einfalt er tað, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Løgtingið viðger í løtuni lógaruppskotið um at áseta tilfeingisgjald á makrel og norðhavssildina, ið føroysk skip skulu fiska í ár.
Uppskotið leggur upp til at leggja tilfeingisgjald á eina krónu fyri hvørt kilo av makreli og 50 oyru á hvørt kilo av norðhavssild. Gjøldini eru ávíkavist 25 og 15 oyru hægri enn lagt varð á somu fiskasløg í fjør.
Enn er føroyska eginkvotan av norðhavssild ikki ásett, og tí ber ikki til at rokna neyvt út, hvussu nógv landskassin fær í inntøku av hesum gjøldum.
– Men vit rokna við at gjaldið tá avtornar verður umleið 140 milliónir krónur í ár, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum dylur ikki fyri, at honum als ikki hóvar hendan háttin at krevja inn pengar frá fiskivinnuni. Og hann hevur onga logiska frágreiðing um, hví upphæddirnar á eina krónu kilo á makrel og 50 oyru kilo á norðhavssild eru tær røttu.
– Tilfeingisgjaldið er eitt uppfunnið tal, tí tað mangla pengar í landskassanum. So einfalt er tað, sigur Jacob Vestergaard.
Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini: Skiparin á Jupiter floytar gjaldið niður og norður